Ferðamannaskip hava lækna og heilsustarvsfólk umborð, men tað er kortini ikki so sjáldan, at ferðafólk enda í sjúkrabili, tá skipið liggur við bryggju. Myndir: NRK.

Vilja uppliva landið áðrenn tey doyggja

Ein yvirlækni í Ålesund sigur, at tey eru mong, sum vilja síggja og uppliva Noreg, áðrenn tey doyggja.

Ferðamannaskip hava lækna og heilsustarvsfólk umborð, men tað er kortini ikki so sjáldan, at ferðafólk enda í sjúkrabili, tá skipið liggur við bryggju. Myndir: NRK.

 

At nógv ferðamannaskip og soleiðis eisini nógv ferðafólk koma til Ålesund í Noregi um summarið, merkja tey á sjúkrahúsinum í býnum eisini.

- Nógv siga beinleiðis, at tey eru farin á sína seinastu ferð, og at tey hava havt eitt ynski um at síggja norsku strendurnar, sigur yvirlækni á sjúkrahúsinum í Ålesund, Jørn-Åge Longva.

Bara á deildini hjá honum vera einir 30-40 sjúklingar, sum eru við ferðamannaskipum, ið koma til Ålesund, innlagdir hvørt summar.

Yvirlæknin sigur í samrøðu við NRK, at tey flestu, sum vera innløgd, noyðast at gevast á cruise-ferðini, og onkur eru so illa fyri, at tey vera send til heimlandið í respiratori. - Tað hendir eisini, at sjúklingar doyggja, leggur hann aftrat.

Sambært yvirlæknanum eru fleiri av teimum so enda á sjúkrahúsinum í Ålesund, eldri fólk, ið eru rættiliga sjúk. Summi hava álvarsliga sjúku, eitt nú herviligt krabbamein, lungnasjúkur ella trupulleikar við hjartanum.

Ofta gerast hann og starvsfelagir hansara ovfarin av, hvussu illa fyri mong ferðandi eru. 

- Tá eldri fólk dragast við ringa sjúku, er skjótt, at tey kunnu fáa álvarsamar ígerðarsjúkur sum eitt nú lungnabruna ella trupulleikar við landrásini, sigur yvrlæknin, Jørn-Åge Longva.

Tað eru eisini onnur ferðafólk, sum stundum verða løgd inn á sjúkrahúsið í Ålesund, men yvirlæknin heldur, at hetta serliga sæst millum eldri cruise-ferðafólk, sum ofta leingi hava drigist við sjúku.

Geir Kronbæck, sum starvast fyri Royal Caribbean, sigur, at ferðafólk, sum bíleggja sær ferð hjá teimum, noyðast at skriva undir eina váttan um sína heilsustøðu. - Vit hava eisini heilsustarvsfólk umborð, sum meta um, hvørt viðkomandi er egnaður at ferðast skip skipinum, sigur hann.

- Eg kenni meg ikki ordiliga aftur í tí, sum yvirlæknin sigur. Tað hendir í onkrum føri, at fólk, sum eru umborð, gerast sjúk, men eg veit einki um, at tað eru fleiri cruise-ferðafólk, sum gerast sjúk enn fólk annars, sigur Geir Kronbæck hjá Royal Caribbean.

Hann sigur í samrøðu við NRK, at tað helst er ein "myta", at cruise-skip vanliga eru full við eldri fólkum, tí hjá Royal Caribbean liggur miðalaldurin um 40 ár.

##med2##

 

 

Ferðamannaskip hava lækna og heilsustarvsfólk umborð, men tað er kortini ikki so sjáldan, at ferðafólk enda í sjúkrabili, tá skipið liggur við bryggju. Myndir: NRK.

- Tá eldri fólk dragast við ringa sjúku, er skjótt, at tey kunnu fáa álvarsamar ígerðarsjúkur, sigur yvirlæknin, Jørn-Åge Longva.