Vilja vita hvør skrivaði hóttanarbrævið

- Her er nógv arbeiði gjørt, og fyri framman liggja týdningarmiklar uppgávur í arbeiðnum at finna út av, hvør hevur skrivað brævið, sigur kanningarleiðarin.

 

 

Hóast kanningararbeiðið higartil ikki hevur staðfest, hvat er hent norsku ríkmanskonuni, Anne-Elisabeth Hagen, sum skjótt hevur verið burtur í tíggju mánaðir, heldur norska løgreglan framvegis, at allur súður enn ikki eru syftar í málinum.

- Tað arbeiðið, sum nú skal gerast, er ógvuliga viðkomandi fyri eina møguliga uppkláring av málinum, sigur Tommy Brøske, kanningarleiðari.

Hann vísir á, at eftir hesa longu tíð og drúgva kanningararbeiðið, eru tað jú ting, sum eru meira sentral enn onnur.

- Hetta snýr seg eitt nú um hóttanarbrævið, eyðmerking av akførum, persónum og viðkomandi sporum á staðnum og í umhvørvinum, haðani kvinnan hvarv.

Ein spurningur, sum sambært kanningarleiðaranum er rættiliga sentralur í tí arbeiði, sum nú liggur fyri framman, er, hvør skrivaði hóttanarbrævið, sum lá eftir í húsunum.

Í brævinum var eisini ein hóttan um, at lívið hjá Anne-Elisabeth Hagen var í vanda, um familjan ikki betalti níggju miljónir evrur í kryptovaluta’ini Monero til mótpartin.

Hóttanin í brævinum snúði seg um, at lívið hjá ríkmanskonuni eisini var í vanda, um familjan fór til løgregluna við málinum. Tí bíðaði norska løgreglan eisini í 10 vikur, áðrenn almenningurin fekk nakað at vita um tað, sum var hent.

Sum skilst á kanningarleiðaranum í samrøðu við VG veit løgreglan meira um brævpappírið í dag, enn tey hava vitað áður.

Men, hvørjar møguleikar hevur løgreglan at finna út av, hvør hevur skrivað brævið?

- Her er nógv arbeiði gjørt, og fyri framman liggja í løtuni týdningarmiklar uppgávur í arbeiðnum at finna út av, hvør hevur skrivað brævið. Vit vænta framvegis at finna eina loysn, sigur Tommy Brøske.