Villlaksur við ljótum og bløðandi sárum

Frítíðarfiskimenn í Noregi eru forfardir: Sjúkur og doyggjandi laksur stendur á grunnum vatni við stórum hvítum blettum og bløðandi ljótum sárum.

 

 

 

 

- Hetta er ein ljót sjón, og eg havi ongantíð sæð líknandi. Hetta er ein vanlukka fyri ánna, sigur Bjarne Granli um støðuna, sum hevur rakt villlaks í Enningdalsánni, sunnan fyri Halden, nær svenska markinum.

Tað er www.vg.no sum í dag hevur skift orð við mannin og hevur fylt málinum um sjúka villlaksin í Noregi upp.

Matvørueftirlitið og Veterinerstovnurin arbeiða við at finna fram til sjúkuna, ið hevur rakt villlaksin, sum kemur niðan í áirnar. Sjúkur laksur er nevniliga eisini funnin í Sandviksánni í Akershus og Tovdalsánni í Agder, og hesin fiskur verður nú eisini kannaður.

Tað var hin 23. mai í ár, at frítíðarfiskimenn staðfestu, at villlaksur, sum kemur niðan í áirnar, er fongdur við sjúku. - Vit hava tikið einar 40 sjúkar ella deyðar laksar upp, og fleiri av hesum eru rættiliga stórir og hava vigað eini 8-10 kilo, sigur Bjarne Granli, leiðari fyri tí, sum norðmenn rópa Arbeidernes Jeger- og Fiskeforening í Halden.

##med2##

Higartil hevur Matvørueftirlitið fingið fráboðanir um sjúkan ella viknandi laks í Mandalsánni, Nidánni, Otra í Agder, Bjerkreimsánni í Rogalandi og Emblemánni í Møre og Romsdal.

- Talan er um nakrar fiskar í hvørjari av hesum áum. Einasta áin, har fleiri laksar eru deyðir, er í Enningdalsánni við Halden, sigur deildarleiðarin hjá Matvørustovninum, Geir Jakobsen. Hann leggur aftrat, at enn er sjúkan, sum laksurin er fongdur við, ikki staðfest.

Geir Jakobsen heldur tað vera álvarsligt, at so nógvur laksur doyr av sjúku. - Hetta sær ljótt út við bløðingum og opnum sárum. Men, laksurin er bæði stórur og í góðum standi, og hann hevur eftir øllum at døma ikki verið plágaður leingi, sigur deildarleiðarin við norsku heimasíðuna www.vg.no