Villleiddi fyri sleppa undan skatti

Bárður Larsen metir í frágreiðigini, hann gjødi fyri Fíggjarmálaráðið um skattamálið hjá Eik, at framferðarhátturin hjá bankanum »liggur nær við at geva skattavaldinum villleiðandi upplýsingar fyri at sleppa undan at rinda skatt.

Forsíðan á Sosialinum 15. apríl í 2016 um Eik málið

Forsíðan á Sosialinum 15. apríl í 2016 um Eik málið

Hann skrivar soleiðis í partinum »Um at senda fútanum málið til revsirættarliga støðutakan (kap. 5, s. 26)«:»Á hesum grundarlagi metir undirritaði, at framferðarhátturin hjá Eik liggur nær við slíkar villleiðandi upplýsingar, ið verða givnir við tí í hyggju at sleppa undan at rinda skatt, so sum § 139 í skattalógini nevnir.

Annar høvuðspartur av arbeiðssetninginum var at meta um, hvørt TAKS átti at sent fútanum málið til tess at meta um, hvørt grundarlag er fyri at reisa ákæru móti Eik um skattasvik eftir § 139 í skattalógini. Eftir § 139, stk.1, í skattalógini kann persónur (eisini løgfrøðiligur persónur), sum við tí í hyggju at sleppa undan at gjalda skatt til tað almenna á annan hátt enn at greiða rangt frá gevur villleiðandi upplýsingar verða revsaður fyri skattasvik við sekt, varðhaldi ella fongsli upp í 2 ár. Tað er kortini greitt, at løgfrøðiligir persónar kunnu ikki setast í varðhald ella fongsul, og tískil er einans bót/sekt viðkomandi í hesum máli

Eftir rundskrivi nr. 7 frá 10. november 1998 um fyrisitingarligar sektarásetanir fyri brot á § 139 í skattalógini kann TAKS ikki fyrisitingarliga avgreiða mál grundað á grovt ósketni , um tann landsskattur, sum skattgjaldarin er sloppin sær undan, er meira enn 500.000 krónur, meðan upphæddin kann ikki vera hægri enn 100.000 kr, um ábyrgdargrundarlagið er vilji (tilætlan). Skal sekt sostatt yvirhøvur koma uppá tal í máli sum hesum, so má málið leggjast fyri fútan at taka støðu til, um ákæra skal reisast.

Eftir eina gjøgnumgongd av skjølunum í málinum, serliga skølunum TAKS fekk frá Eik í apríl 2016, má haldast, at tað er rættiliga sannlíkt, at leiðslan í Eik hevur afturhildið upplýsingum fyri TAKS. Sum eitt týðandi dømi kann vera víst til notatið hjá grannskoðararnum hjá Eik, SPEKT, dagfest 15. mai 2013, har SPEKT vísir á tey serliga avgerandi viðurskiftini, ið eiga at verða avgreidd í samskifti við TAKS, nevniliga hvør viðkomandi yvirtøkujavnin var, fyribils ella endaligur – í sambandi við yvirtøkuna í oktober 2010 – og harnæst um talan var um sølu millum heftar ella óheftar peningastovnar. Eik sendi kortini eitt skriv til TAKS, dagfest 11. juni 2013, sum var leiðandi á tann hátt, at tað gav ta fatan, at nevndu ivamáli ikki vóru til, og umboð fyri Eik møttu enntá á fundi at greiða frá skrivinum uttan heldur tá at koma inn á ítøkiligu ivamálini, SPEKT hevði gjørt vart við. Heldur ikki skriv frá Eik til TAKS 15. mai 2014 við nærri upplýsingum til TAKS – eftir umbøn frá TAKS – koma inn á hesi viðurskifti, hóast TAKS í umbønini m.a. hevði biðið um onnur skjøl, og upplýsingar og frágreiðingar, ið kunnu hava týdning í málinum.

Á hesum grundarlagi metir undirritaði, at framferðarhátturin hjá Eik liggur nær við slíkar villleiðandi upplýsingar, ið verða givnir við tí í hyggju at sleppa undan at rinda skatt, so sum § 139 í skattalógini nevnir.

Parturin um villleiðandi upplýsingar í § 139 í skattalógini er kortini ein opin orðing – serfrøðingurin í skattarevsirætti Jan Pedersen kallar hana ein rættsligan standard – sum ikki í sær sjálvum kommunikerar nógv um rættarstøðuna. Tá ásetingin er veik ella opin, og tá fordømi ikki eru uppá svikmál, sum lætt kunnu samanberast við hetta, so vil niðurstøðan vera nógv tengd at eini meting av ítøkiliga málinum. Tí er ikki lætt at siga, um atburðurin liggur innanfyri ella uttanfyri § 139. Tískil er málið eisini prinsipielt á tann hátt, at støða má takast til, hvør praksis skal leggjast í málum sum hesum. Undirritaði metir ikki, at prinsipiella støðutakanin til, hvør praksis skal leggjast, kann takast av øðrum enn ákæruvaldinum og dómstólunum.

Á tí grundarlagi er mítt tilmæli, at málið verður latið fútanum til nærri støðutakan. Hervið verður sagt, at málið liggur nær við eina støðu eftir § 139 um villleiðing, men onki er sagt um, hvørt undirritaði metir, um málið eigur at føra til, at ákæra verður reist, ella at málið seinni vil føra til dóms, einans at fútin má gera metingina, um svik er framt, og hvørt møguligar aðrar fortreytir fyri at reisa ákæru eru loknar.«

TRÝST HER fyri at lesa alla frágreiðingina

Forsíðan á Sosialinum 15. apríl í 2016 um Eik málið