Mynd: AJFF

Villur laksur fongdur við ókendari sjúku

Tað vóru lokalir frítíðarfiskimenn, sum staðfestu, at laksur í norskum áum var fongdur við ókendari sjúku.

Mynd: AJFF

 

Norski Veterinerstovnurin - ella Djóralæknastovnurin, sum vit eisini kunnu rópa stovnin - arbeiðir í løtuni saman við Matvørueftirlitinum í royndini at staðfesta eina sjúku, ið villlaksur, sum kemur niðan í áirnar í Østfold í Noregi, er fongdur við.

Í løtuni er ikki greitt, hvør sjúka talan er um, og www.ilaks.no skrivar við Veterinerstovninum sum keldu, at sjúka í villum laksi seinastu dagarnar eisini er staðfest í áum við Akerhus og í Agder.

Sum skilst, skapar sjúkan ótta. - Vit hugsa tankan, at vit kanska standa yvirfyri einum potentiellum villlaksatrupulleika. Tað vísir seg nevniliga, at umtalaða sjúkan breiðir seg skjótt, sigur Martin Dahl, stýrislimur hjá Bærum Frítíðarfiskarum, við NRK.

Veterinerstovnurin og Matvørueftirlitið hava arbeitt við málinum síðan hin 23. mai í ár, men tey hava enn ikki funnið út av, hvør sjúkan er. Tað vóru lokalir frítíðarfiskimenn, sum staðfestu, at laksurin í áunum er sjúkur.

- Vit hava kannað laksin gjølla fyri kendar, álvarsamar og smittandi sjúkur, men tíbetur eru tekin um, at talan ikki er um hesar sjúkur. Tí kanna vit fiskin nú fyri aðrar hugsandi fiskasjúkur, og hetta verður eitt nú gjørt við granskingartøkni.

Tað sigur deildarleiðari hjá Veterinerstovninum, Ole Bendik Dale. Hann vísir á, at kendar sjúkur, sum laksurin tíbetur ikki vísir seg at vera fongdur við, eru eitt nú furunkulosa, ið hevur fráboðanarskyldu, verður sjúkan staðfest í laksi.

 

 

Mynd: AJFF