Vindmyllurnar í Húsahaga skaða ikki fuglalívið

Tað eru ongar ábendingar um, at vindmyllurnar oman fyri Havnina eru til vanda fyri fuglalívið

Tað eru ongar ábendingar um, at vindmyllurnar oman fyri Havnina eru til vanda fyri fuglalívið.

Tað er úrslitið av eini kanni kanning, sum Umhvørvisstovan hevur almannakunngjørt á síni heimasíðu.

Tað hevur annars ofta verið ein atfinning ímóti vindmyllum, at tær eru til so stóran vanda fyri fuglalívið, tí tað er so nógvur fuglur, sum verður raktur av mylluveingjunum.

Men í eini frágreiðing, sum William Simonsen hevur latið úr hondum, verður ikki staðfest, at myllurnar eru til vanda fyri fuglalívið.

Økið, ið er kannað, er einar 36.000 fermetrar til víddar rundan um myllurnar.

Kanningar, sum áður eru gjørdar, vísa, at rættiliga fitt av fugli eigur har um vegir, bæði svarthálsa, tjaldur, lógv, mýrisnípa, summartítlingur, grátítlingur og steinstólpa.

Í oktober varð eisini munandi munandi meiri til av ravni og kráku. Láir, mýrisnípur og títlingar sóust framvegis, og eisini sóust óðinshanar.

Í kanningini, sum er gjørd, varð eingin fuglur funnin, sum var deyður, ella skaddur, av vindmyllunum, hvørki av teimum vindmyllunum, sum hava ljós á sær ella teimum, sum ikki hava ljós á sær.

Tað verður eisini sagt, at teljingar benda ikki á, at fuglurin er minkaður síðani vindmyllurnar eru settar upp.

– Metast kann tískil ikki, at uppsetingin av vindmyllum hevur havt ringa ávirkan á talið av búfugli, ið húsast í økinum, stendur í frágreiðingini.

– Eftirlitið staðfestur ikki, at fuglur verður skaddur ella doyr av samanstoyti við vindmyllurnar; hvørki vindmyllur við ella uttan ljósseting, verður lagt afturat. Men kortini verður mælt til at fylgt verður við støðuni.