Vindurin veksur út á dagin

Sambært veðurforsøgnini hjá DMI er eingin orsøk at bíða at velja til seinnapartin

Tað verður ein gráur valdagur, tá hugt verður eftir veðrinum, men sunnudagin og mánadagin lovar DMI aftur betur veður.

Leygardagur: 
Lot til andøvsgul úr ymsum ættum, 2 til 6 metrar um sekundið, út á seinnapartin øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av norðan, 8 til 13 metrar um sekundið. Mest skíggjað og í stundum regn ella ælingur. Hitin alt døgnið millum 5 og 10 stig.

Sunnudagur:
Andøvsgul upp í ein strúk av norðan, 8 til 13 metrar um sekundið, ið minkar og snarar í ein vestan, 2 til 7 metrar um sekundið. Mest turt og møguliga sær sólin. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, við regn. Hitin alt døgnið millum 7 og 10 stig.

Mánadagur:
Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 metrar um sekundið, ið minkar til lot til andøvsgul av ymsum ættum, 2 til 7 metrar um sekundið. Mest turt og møguliga sær sólin. Um náttina gul til stívt andøvsgul av ymsum ættum, 5 til 10 metrar um sekundið, við regn ella ælingi úr vestri. Hitin alt døgnið millum 5 og 10 stig.