Súna Mørk og Guðrun Patursson eiga og reka Blómuhúsið á Heykavegi 2 á Hálsi. Mynd: Álvur Haraldsen.

Vinkonur eiga Blómuhúsið í Havn

- Blómuhúsið var til sølu, og tað var nokso spontant, at vit gjørdu av at keypa. Hetta hevur verið sera spennandi, og vit halda, at hetta er ein góð íløga, sigur Guðrun Patursson og Súna Mørk.

 

Tað eru Guðrun Patursson og Súna Mørk, sum eiga og reka Blómuhúsið á Heykavegi 2 á Hálsi í Havn. Tær eru vinkonur og hava kenst i mong ár. Báðar eru tær Neista-kvinnur, og báðar hava tær verið virknar í hondbólti, harav Súna Mørk er forkvinna í Neistanum og annars hevur verið í nevnd felagsins í fleiri ár.

Á kommunuvalinum hin 10. november í fjør varð Súna Mørk eisini vald í Tórshavnar býráð.

Tað er Guðrun Patursson, sum hevur royndirnar innan handilsvirksemi og hevur fingist við alt, sum hevur við plantur at gera gjøgnum mong ár. Í 18 ár arbeiddi hon í blómuhandlinum hjá Trónd Hansen á Áarvegnum í Havn, og áðrenn hon og Súna Mørk keyptu Blómuhúsið á Hálsi, arbeiddi hon her í eini fýra ár.

Tað er soleiðis Guðrun Patursson, sum hevur royndirnar innan handil við blómum, og tað er hon, sum fyri tað mesta er í handlinum, har hon eisini hevur onnur at hjálpa sær. Súna Mørk sigur, at henni hevur altíð dámt væl plantur og urtagarðar, tó at hetta ikki hevur verið hennara starv.

- Blómuhúsið var til sølu, og tað var nokso spontant, at vit gjørdu av at keypa. Hetta hevur verið sera spennandi, og vit halda, at hetta er ein góð íløga, siga Guðrun Patursson og Súna Mørk, sum eisini hava lærling. Tá mest er at gera, eru eini 5, 6 ella 7 fólk knýtt at virkseminum í Blómuhúsinum.

Tað hevur gingið væl, síðan vinkonurnar keyptu Blómuhúsið.

- Tað er serliga í samband við merkis-og hátíðardagar og ymiskar aðrar dagar og tíðarskeið á árinum, har mest er at gera. Vit hava eisini blómur og kransar í samband við jarðarferðir, eins og vit hava blómur og ymiskar gávulutir til eitt nú føðingardagar, konfirmatiónir, brúdleyp, ársdagar og móttøkur.

Guðrun Patursson og Súna Mørk vísa á, at Blómuhúsið er opið í vanligari tíð á degnum, men fólk hava eisini møguleikan at keypa her so leingi, sum PE-handilin á Hálsi er opin. Gangast kann nevniliga ímillum PE-handilin og Blómuhúsið, og tá keypt verður um kvøldarnar, verður goldið fyri vøruna hjá PE.

- Vit hava eitt stativ við lidnum blómutyssum og gávupakkum beint inni á gólvinum, sum fólk kunnu keypa av - eisini eftir, at Blómuhúsið letur aftur. Her royna vit at fylla upp regluliga, og okkara viðskiftafólk eru glað fyri henda møguleika, siga Súna Mørk og Guðrun Patursson.

Í samband við jarðarferðir, koyrir Blómuhúsið eitt nú børuprýði, kransar og blómutyssi út ókeypis í miðstaðarøkinum, og hetta verður eisini gjørt, tá jarðarferðir eru sunnudagar.

Blómuhúsið á Heykavegi 2 er bæði at finna á Facebook og á Instagram, og teldupostadressan er blomuhusid(at)blomuhusid.fo. Eru fyrispurningar til Blómuhúsið, kann ringjast á tlf. 513050.

 

 

Súna Mørk og Guðrun Patursson eiga og reka Blómuhúsið á Heykavegi 2 á Hálsi. Mynd: Álvur Haraldsen.