Vinstra stóra framgongd men missir valdið

Mynd: Ritzau Scanpix

Mynd: Ritzau Scanpix

Nú 96,8 prosent er upptaldar er endaliga greitt, at hóast eina lítla afturgongd á 0,3 prosent, so verður tað Mette Frederiksen og Sosialdemokratarnr, ið vinna danska valið.
Hetta er serliga, tí fleiri av teimum smærri stuðulsflokkunum í reyða blokki gera eitt framúrskarandi val. Radikal Venstre fer úr 4,6 prosentum upp í 8,5 prosent, meðan Sosialistiskt Folkeparti fer úr 4,2 prosentum til 7,7 prosent.

Stjórnarflokkurin Vinstra gjørdi eitt gott val og fór úr 19,5 prosentum til 23,4 prosent. Framgongdin ger tó lítlan mun, tá stuðulsflokkarnir fáa ein veruligan frammaná. Dansk Folkeparti fer úr 21,1 prosentum til 8,8 prosent, meðan Liberal Alliance fer úr 7,5 prosentum til 2,3 prosent.

Av teimum nýggju flokkunum er tað einans Nye Borgerlige, ið megna at koma upp um tinggáttina á 2 prosent. Flokkurin hjá Pernille Vermund fær 2,4 prosent av atkvøðunum og verður sostatt størri enn Liberal Alliance.

Valúrslit aftaná at 96,8 prosent av atkvøðunum eru upptaldar:

Sosialdemokratarnir – 26% (26,3)
Dansk Folkeparti – 8,8% (21,1)
Vinstra – 23,4% – (19,5)
Eindarlistin 6,9% – (7,8)
Liberal Alliance – 2,3% (7,5)
Alternativi – 2,9% – (4,8)
Radikal Vinstra 8,5% – (4,6)
Sosialistisk Folkeparti 7,7% – (4,2)
Konservativu 6,6% – (3,4)
Kristindemokraterne – 1,7% – (0,8)
Nye Borgerlige – 2,4%
Klaus Riskær Pedersen - 0,9%
Stram Kurs – 1,8%  

Mynd: Ritzau Scanpix