Vinylplátur fingu Biritu at gevast at gráta

Ung operasongkvinna varð í kvøld heiðrað við almennari virðisløn

(Mynd: Andri Gerðisá)

(Mynd: Andri Gerðisá)

Birita Poulsen, sum er operasongkvinna, fekk í kvøld sertøku virðislønina, tá ið Mentanarvirðislønir Landsins vóru lætnar í Løkshøll í Runavík.

– Í Føroyum telist hon ímillum tey fáu, sum hava givið føroyingum upplivingar í klassiskum sangi og opera, og hon hevur soleiðis ríkað okkum tónleikaliga við framførslum sínum - bæði einsamøll og saman við øðrum, segði Jenis av Rana, landsstýrismaður, tá ið hann handaði virðislønina

– Fyri klassiska sangin og operuna, sum Birita meistrar so væl, og fyri at kveikja og stuðla upp undir framhaldandi yrkisligu leiðina fær unga sopranin Serstøku virðisløn landsins 2020.

Birita Poulsen takkaði fyri heiðurin, sum hon ikki hevði roknað við at fingið á so ungum aldri. Hon takkaði teimum, sum høvdu stuðlað henni og nevndi serliga Musikkskúlan.

– Mínir dreymar og mínar ætlanir vóru tiknar í natúrligum álvara, og tí tordi eg at trúgva upp á, at tað bar til at føra tað út í lívið, segði Birita Poulsen, sum hevur bachelor útbúgving frá Hochschule Für Musik í Berlin, og nú tekur master í operasangi.

##med2##

Jens Andreasen helt heiðursrøðu fyri Biritu og fegnaðist um heiðurin, hon hevði fingið.

 – Tá ið Birita var pinkubarn, græt hon nógv, men tá ið pápin setti eina av klassisku vinyulplátunum á plátuspælaran, varð kvirt. Sum eg havi skilt, hevur Birita nú fingið nógvar av teimum plátunum, segði Jens Andreasen.

Serstaka virðislønin er 50.000 kr. Hon kann eftir landsstýrismansins egnu avgerð latast listafólki, mentafólki ella felagsskapi, sum hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

(Mynd: Andri Gerðisá)

(Mynd: Andri Gerðisá)