Árni Joensen deyður

Mánakvøldið bórust deyðsboðini av kæra starvsfelaga okkara í Miðlahúsinum, Árna S. F. Joensen. Hann gjørdist 61 ára gamal, nú hann mátti boyggja seg fyri herviligu krabbasjúkuni.

Mánakvøldið bórust deyðsboðini av kæra starvsfelaga okkara, Árna S. F. Joensen. Hann gjørdist 61 ára gamal, nú hann mátti boyggja seg fyri herviligu krabbasjúkuni.

 

Árni Joensen var gjáarmaður. Hann var sonur Astrid og Poul Johannes Joensen frá Gjógv. Teir vóru fýra brøður, Dánjal, Heini og Sigtór. Árni var næstyngstur.

 

Árni Joensen var ein royndur fjølmiðlamaður. Hann hevði royndir frá fleiri ymsum miðlum. Hann var tikin úr leikum at skriva – og dugdi sera væl at málbera seg, sum vit starvsfelagar nutu gott av.

Árni kom fyrstu ferð í starv á Sosialinum longu í sjeytiárunum, tá Sosialurin helt til í Sjúrðargøtu í Havn. Hann var eisini við, tá Sosialurin í 1982 flutti út á Argir.

 

Seinni í áttiárunum fór hann undir sítt egna blað, Fiskitíðindi. Fiskivinnan hevði hansara serliga áhuga, og tí fór hann undir hetta slóðbrótandi tiltak at gera eitt blað, sum bara vendi sær til fiskivinnuna.

Men alt hevur sína tíð, og tað høvdu Fiskitíðindi eisini.

 

Síðani fór Árni at starvast í Útvarpi Føroya sum tíðindamaður. Árni hevði góða útvarpsrødd, og hann hevur lagt nógvar góðar og vælumtóktar útvarpssendingar tilrættis. Bæði sendingar við aktualtitets- og tíðindatilfari úr grannalondum – og ikki minst ljóðmyndir og frásøgumyndir frá serligum hendingum.

 

Seinni flutti Árni Joensen við húski niður til Danmarkar, til Esbjerg, har tey hava búð síðani einaferð í nítiárunum. Men hóast staddur í útlegd, so helt Árni fram at virka sum føroyskur fjølmiðlamaður. Í nógv ár helt hann fram at starvast fyri útvarpið – og seinni, tá Sosialurin um aldaskiftið fór í holt við reglulig og skipað tíðindi á internetnum við olivant.fo, gjørdist Árni Joensen fastur skrivari hjá Sosialinum og seinni Miðlahúsinum. Í fleiri skrivaði hann útlandssíðu í blaðnum, og hann var virkin hvønn dag á portalinum.

 

Í fjør vár fór heilsan at bila – og í eitt heilt ár var hann burtur frá arbeiðinum í Miðlahúsinum. Men í vár kendi hann seg so frægan aftur, at hann tók á seg uppgávuna at skriva til in.fo.

 

Líka til eftir ólavsøku skrivaði hann, men tá kom aftur eitt bakkast, sum gjørdi, at hann ikki orkaði at skriva meira – og mánadagin 1. september andaðist hann í heiminum í Esbjerg.

 

Árni var giftur við Joan, sum ættað úr Gøtu. Tey áttu børnini Poul Evald og Gerdu Astrid.

 

Vit í Miðlahúsinum lýsa frið yvir minnið um kæra starvsfelaga okkara, Árna S. F. Joensen.

 

Starvsfelagar í Miðlahúsinum