- Vit eru nøgd við gongdina, síðan virkið læt upp aftur, og virksemið hevur í hesum tíðarskeiði hingið saman, sigur Martin Olsen.

Virkið skal dagførast fyri fleiri miljónir

Tað er einki, sum bendir á, at hjúnini, Óli og Ann-Dorit Nattestad, ætla sær at gevast á hendur í Skopun.

 

 

- Vit eru nøgd við gongdina, síðan virkið læt upp aftur, og virksemið hevur í hesum tíðarskeiði hingið saman, sigur Martin Olsen.

 

Tað var í endanum av juni mánaði, at hjúnini, Óli og Ann-Dorit Nattestad, keyptu ognirnar hjá Sandoy Seafood í Skopun og á Sandi. Hetta hendi eftir, at gomlu eigararnir, sum í fyrsta lagi vóru alifelagið Mowi og Delta Seafood, høvdu gjørt av at lata virkið í Skopun aftur og at siga teimum umleið 50-60 fólkunum úr starvi.

Virkisleiðarin gjøgnum mong ár, Martin Olsen, helt fram hjá nýggju eigarunum, og tað gjørdu arbeiðsfólkini eisini, tá virkið í Skopun fáar dagar eftir keypið læt uppaftur. Um dagarnar hevur Óli Nattestad verið í Føroyum, og hann fór av landinum aftur í gjár, hósdagin.

Nú er umleið eitt fjórðingsár liðið, síðan framleiðslan á virkinum í Skopun byrjaði aftur, og hesar tríggjar mánaðirnar hevur verið arbeitt at kalla hvønn einasta yrkadag. Martin Olsen, virkisleiðari, sigur, at meginparturin av rávøruni hesa tíðina hevur verið toskur, upsi og hýsa.

- Eg havi áður sagt, at framleiðslan á virkinum í Skopun kann fáast at hanga saman, um tað fer at eydnast okkum at fáa nóg mikið av fiski til virkingar. Vit eru nøgd við gongdina, síðan virkið læt upp aftur, og virksemið hevur í hesum tíðarskeiði hingið saman, sigur Martin Olsen.

Tað er einki, sum bendir á, at Óli og Ann-Dorit Nattestad ætla sær at gevast á hendur í Skopun, og tískil eru eisini øll útlit til, at hetta verður eitt varandi arbeiðspláss í Sandoynni, sum sandoyingar sjálvsagt kunnu fegnast um.

Martin Olsen veit at siga, at í komandi tíð verða nýggjar íløgur fyri fleiri miljónir gjørdar á virkinum í Skopun, og hesar íløgur verða eitt nú gjørdar í frysting, maskinur og ymiskar dagføringar. - So, hetta sær bara heilt hugaligt út, leggur virkisleiðarin aftrat.

Í Sosialinum í dag er samrøða við virkisleiðaran á Sandoy Seafood.

- Vit eru nøgd við gongdina, síðan virkið læt upp aftur, og virksemið hevur í hesum tíðarskeiði hingið saman, sigur Martin Olsen.