Virkir eru givin at keypa fisk til jólar

- Streymurin er góður, og veðrið er eisini gott, men vit rokna ikki við nógvum útróðri, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

Tá henda vikan byrjaði, var bara eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap, men ætlandi landaði skipið longu mánadagin. Skipið hevði mest av toski og so nakað av svartkalva og hýsu.

- Nú liggja øll ísfiskalínuskipini, og tey loysa ikki aftur fyri jól, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

Øðrvísi er við frystilínuskipunum. Her vóru sjey skip til fiskiskap, tá vikan byrjaði, men væntandi koma øll inn til jólahøgtíðina.

Um útlitini til útróður hesa vikuna, verður sagt, at streymurin er góður, og veðrið verður gott. Men, kortini verður ikki roknað við nógvum útróðri hesa vikuna.

- Vit eru nú í jólavikuni, og fleiri keyparar eru givnir at keypa inn til jóla, siga tey á Fiskamarknaði Føroya, nú tollaksmessudagur er í morgin.