Vísindaligir fyrilestrar kring landið

Vísindavøkan er aftur farin á ferð í ár. Talan er um fýra tiltøk í Sørvági, Runavík, Klaksvík og Trongisvági, sum eru skipað eftir sama leisti

Tiltøkini byrjaðu í gjár á Sørvágs Bókasavni og halda fram á Bókasavninum við Løkin í Runavík í annaðkvøld, á Klaksvíkar Bókasavni hóskvøldið og í Skúlanum í Trongisvági týskvøldið 17. september.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar styttri framløgur við granskarum frá ymsu stovnunum kring landið. Ein steðgur verður við kaffi. Hvør framløga verður bert hildin eina ferð, so møguleiki er at fara til fýra ymisk tiltøk.

Í Runavík vera hesir fyrilestrar:
‘Jarðfrøðiligar kanningar í sambandi við Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin’, Bartal Højgaard, Jarðfeingi.
‘Taraaling og møguleikar við samaling’, Agnes Mols Mortensen, Fiskaaling.
‘Siðaarvur – eitt val’, Tóta Árnadóttir, Fróðskaparsetrið.

Í Klaksvík vera hesir fyrilestrar:
‘Psoriasis-granskingin hjá Lomholt í Føroyum – ein metodisk nútímansgerð’, Anna Katrin Matras, Ílegusavnið.
‘Gott er at kenna hitan av hondum, ið sleptu’ – 100 ára gamlar hitamátingar – Karin Margretha H. Larsen, Havstovan.
‘Sjeytiára kohortan –10 ára endurkanning’ Eina H. Eliasen, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

Í Trongisvági vera hesir fyrilestrar:
‘Um náttúruarv og møguleikan fyri at stovna eina føroyska geopark við støði í Suðuroynni’, Lis Mortensen, Jarðfeingi.
‘Grøn orka á sjónum’, Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan.
‘Læknastríðið í Klaksvík, Hans Andrias Sølvará, Fróðskaparsetrið.