Visit Faroe Islands aftur vunnið heiður

Í gjárkvøldið vann átakið "Closed for Maintenance" gull í "Brand Impact" og bronsu í "Return On Investment" til Danish Digital Awards

Tór Verland Johansen, stjóri á Sansum, og Bogi Karbech Henriksen, kreativur stjóri á Sansum

Tór Verland Johansen, stjóri á Sansum, og Bogi Karbech Henriksen, kreativur stjóri á Sansum

Átakið gjørdu Sansir og Mensch saman við Visit Faroe Islands á vári 2019. Tað var langt áðrenn bæði korona og nýggjastu átøkini "Remote Tourism" og ”FærøerneFindesFaktisk”.

Visit Faroe Islands hevur áður vunnið fleiri heiðrar.

Sheep View átakið, ið var fyri nøkrum árum síðani, og sum Atlantic Airways og Visit Faroe Islands stóðu fyri, vann í sínari tíð tríggjar altjóða heiðurslønir: Årets PR á Danish Digital Awards, gull í bólkinum fyri besta altjóða marknaðarførings- og content átak í 2016 á World Media Awards í London, og silvur innan Grand Prix bólkinum á sama tiltak í London, har øll tey tilnevndu vóru umboðað.

Vetrarfilmurin hjá Visit Faroe Islands vann eisini altjóða filmsheiðursløn á "The Golden Citygate Festival" í Berlin fyri nøkrum árum síðani.

Tór Verland Johansen, stjóri á Sansum, og Bogi Karbech Henriksen, kreativur stjóri á Sansum