Visit Tórshavn skal hava nýggjan stjóra

Stjórin á Visit Tórshavn hevur sagt seg úr starvi

 

Í tvey ár hevur Barbara Samuelsen verið stjóri á Visit Tórshavn. Nú fer hon aftur i deildarleiðarastarvið í Kringvarpinum, har hon var í níggju ár

Í tvey ár hevur Barbara Samuelsen verið stjóri á Visit Tórshavn. Nú fer hon aftur i deildarleiðarastarvið í Kringvarpinum, har hon var í níggju ár

Barbara Samuelsen, stjóri á Vist Tórshavn, hevur sagt seg úr starvi, og tí skal stovnurin hava nyggjan stjóra.

Barbara Samuelsen hevur verið stjóri seinastu tvey árini. Hon er í farloyvi úr starvi í Kringvarpinum, og hon fer nú aftur í gamla starvið, har hon hevur verið í níggju ár.

Hon sigur, at henni hevur dámt sera væl í starvinum sum stjóri í Visit Tórshavn, men at henni eisini dámar væl í Kringvarpinum, og tí hevur hon gjørt av at fara aftur í gamla starvið.

Tórshavnar kommuna sigur í starvslýsing í Sosialinum, at fremsta uppgávan hjá nýggja stjóranum er at leiða Visti Tórshavn og at tryggja, at Visit Tórshavn framhaldandi tænir borgarum, ferðafólki og handilsvinnuni í býnum. 

Starvið sum stjóri er fulla tíð og verður lønt sambært avtalu. 

Visit Tórshavn húsast í Steinatúni, og har starvast seks fólk.

 

Í tvey ár hevur Barbara Samuelsen verið stjóri á Visit Tórshavn. Nú fer hon aftur i deildarleiðarastarvið í Kringvarpinum, har hon var í níggju ár