Visjónin er at taka burtur parkeringspláss í miðbýnum

Visjónin hjá Tórshavnar býráð er at taka burtur parkeringspláss í miðbýnum í Havn

At gera súkkluskýlið og taka parkeringspláss burtur úr miðbýnum í Havn, er í samsvari við visjónum í miðbýarætlanini, umhvørvispolitikkinum og parkeringspolitikkinum, ið leggja dent á týdningin av at avmarka bilferðsluna í býnum umframt betra um umstøður fyri súkkling fyri at menna ein betri og livandi bý.

Tað skrivar Tórshavnar kommuna í málsgongdini í málinum um at byggja eitt súkkluskýli mitt á Tórsgøtu í Havn. Súkklurnar skulu hava fyrstarætt, og bilferðslan skal leiðast út um súkkluskýlið mitt á veginum gjøgnum parkeringsbásarnar framman fyri Posthúskjallaranum.

Les eisini: Súkkluskýli gerast mitt á Tórsgøtu

Málið hevur verið til viðgerðar í byggi- og býarskipanarnevndini, ferðslunevndini og teknisku nevnd.

Umskipanin av ferðsluni á økinum hevur við sær, at tey trý parkeringsplássini, sum í løtuni eru staðsett framman fyri Posthúskjallaran verða tikin burtur »til frama fyri at gera eitt býarrúm á Tórsgøtu, sum fríðkar og bjóðar til uppihald á mentanargøtuni umframt er við til at menna Havnina sum súkkluby«, sum Tórshavnar kommuna skrivar í málinum.

Parkeringsplássið til rørslutarnað verður flutt oman á parkeringsplássið við Sjómansheimið. Í hesum sambandi verða tveir parkeringsbásar tiknir burtur fyri at fáa pláss fyri einum parkeringsplássi til rørslutarnað.