Visti at eg skuldi vera elektrikari

– Longu sum heilt ungur visti eg, at eg skuldi vera elektrikari. Onkur annar sigur, at tað er ringt at klára seg fíggjarliga sum lærlingur, men tað haldi eg ikki. Mær dámar sera væl, sigur Ægir T við Úlvsá úr Havn, sum er í gongd við fjórða árið sum lærlingur hjá LM Electric

19 ára gamli Ægir T. við Úlvsá er ein av teimum mongu hundraðtals lærlingunum í Føroyum. Í fjør vórðu 359 lærusáttmálar undirskrivaðir, og av teimum vóru 42 lærusáttmálar sum elektrikarar.

Tá ið Ægir T. við Úlvsá hevði gingið níggju ár í Venjingarskúlanum/Skúlanum á Fløtum, valdi hann at fara á Tekniska Skúla í Smiðjugerði.

– Sum smádrongur og hálvvaksin dámdi mær væl at fáast við el-tól, og eg var áhugaður at læra meir um hetta. Eg havi tikið nakrar teldur og sjónvørp sundur og sett tey saman aftur. Eg fekk tað ofta at rigga aftur, men onkuntíð havi eg eisini oyðilagt tólið, ið eg hevði tikið sundur. Eg visti, at eg skuldi vera elektrikari, sigur ungi lærlingurin. 

Ægir T. við Úlvsá byrjaði á el-deildini á Tekniska Skúla, har hann gekk í eitt ár og tók Yrkisnám 1 og 2.

Ringt at fáa lærupláss

Tað var tó ikki so lætt hjá honum at fáa lærupláss.

– Eg byrjaði at søkja lærupláss í mars mánaði, men eg fekk fleiri nei. Allir søgdu, at teir høvdu nóg mikið av lærlingum. Eg royndi at vera framligur og var eisini og vitjaði hjá LM Electric, men har var einki lærupláss at fáa tá, søgdu teir. Eg hevði tó hoyrt frá onkrum lærara, at LM Electric fóru at hava tørv á lærlingum, so triðju ferð, eg vendi mær til LM Electric, slapp eg til samrøðu, og ein tíma aftaná ringdu teir og søgdu, at eg hevði fingið lærupláss, sigur Ægir T. við Úlvsá. Lesið alla greinina í vikuskiftissosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið. Tema er í blaðnum um lærlingar.