Vísti Muhammed-tekningar og fekk sekkin

- Okkara avgerð byggir á tað faktum, at hetta eru ljótar myndir, sigur talsmaðurin fyri borgarstjóran í Molenbeek.

Hetta er franski søgulærarin, sum varð hálshøgdur, tí hann hevði víst Mohammed-tekningar.

Hetta er franski søgulærarin, sum varð hálshøgdur, tí hann hevði víst Mohammed-tekningar.

 

Ein belgiskur lærari í Brússel-forstaðnum Molenbeek er suspenderaður, eftir at hann í einum skúlaflokki hevði víst keiputekningar av profetinum, Muhammed. Lærarin vísti fram hesar tekningar, tá skúlaflokkurin umrøddi drápið av franska læraranum, Samuel Paty.

Samuel Paty varð hálshøgdur, eftir at hava víst keiputekningar av profetinum, Muhammed. Nú er so belgiski lærarin, ið gjørdi tað sama, sum franski lærarin hevði gjørt, suspenderaður - ella fyribils koyrdur heim.

- Okkara avgerð byggir á tað faktum, at hetta eru ljótar myndir. Vit høvdu gjørt tað sama, um tekningarnar ikki høvdu ímyndað profetin, Muhammed, sigur talsmaður fyri borgarstjóran í Molenbeek, sum er ein býarpartur við nógvum muslimum, skrivar NTB.

Hetta er franski søgulærarin, sum varð hálshøgdur, tí hann hevði víst Mohammed-tekningar.