Vit eiga at krevja barnaváttanir

Djóni Nolsøe Joensen heldur, at vit eiga at binda um heilan fingur, tá tað snýr seg um at verja børn móti kynsligum ágangi. Tí vil javnaðartingmaðurin hava landsstýrismannin við mentamálum at greiða frá, um hann ætla at áseta lógarkrav um at krevja barnaváttanir.

Sum støðan er í dag áliggur tað ikki arbeiðsgevara, privat, kommunalt ella hjá landinum, at krevja barnaváttanir (revsiváttan) frá arbeiðstakara á námsfrøðiliga økinum. Við eini heimild ber til at biðja um tað, men tað er ikki lógarkrav. Í 2012 var uppskot til samtyktar um barnaváttanir samtykt í Løgtinginum, men hetta er framvegis ikki sett í verk. Sostatt kunnu vit staðfesta, at føroysk børn eru ikki eins væl vard á hesum økinum sum børnini í grannalondunum.

- Eg eri greiður yvir, at eitt lógarkrav um at krevja inn barnaváttanir ikki kemur at forða fyri, at allur kynsligur ágangur heldur uppa. Harafturat fer ein barnaváttan bert at vísa upplýsingar um kynsliga misnýtslu, sum viðkomandi er dømdur fyri. Men vit eiga at binda um heilan fingur, tá tað kemur til at fyribyrgja kynsligum ágangi og seta eitthvørt tiltak í verk, sum verjir børnini, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

Djóni Nolsøe Joensen vísir á, at seta vit í verk lógarkrav um at krevja inn barnaváttanir, er ongin ivi frá starvsbyrjan, um starvssetti hevur verið dømdur fyri kynsligan ágang. Tí setir hann landsstýrismanninum við mentamálum fyrispurning um evnið í morgin.