Vit eiga at leggja munandi hægri gjøld á vinnuna

Búskaparráðið hevur ei púra greiðan boðskap í nýggju frágreiðingini, sum tey lata í hondum nú í morgun

 

 

Brúksgjøldini fyri at troyta okkara tilfeingi, eiga at verða munandi hækkað. Tað er ein greiður boðskapur í nýggjastu frágreiðingini frá Búskaparráðnum, sum er løgd fram nú í morgun.

– Haldføristrupulleikar í búskapinum, og tørvurin á at fáa ein meira produktivan búskap, tala greitt fyri, at brúksgjøldini fyri tilfeingið verða munandi økt, sigur Búskaparráðið.

Havstovan ger royndir, og hóast ein endalig niðurstøða ikki er gjørd enn, eru ábendingar um, at tilgongdin av fiski ikki er so góð, sum hon hevur verið seinastu árini. Tí er eisini meira ivasamt, hvussu gongdin verður í veiðini komandi árini.

Búskaparráðið sigur, at veiðitrýstið hevur týdning fyri, hvat fiskastovnarnir kunnu geva til føroyska búskapin. Endamálið við at avmarka veiðitrýstið er fyrst og fremst, at fiskastovnarnir skulu geva størst møguligt avkast til samfelagið í longdini, men tað kann eisini taka broddin av teimum stoytum, sum sveiggini í tilfeingisvinnuni hava á búskapin. 

Búskaparráðið mælir til, at fiskirættindi verða útlutað í eini marknaðarskipan, har rættindi verða seld á uppboði. Men tey leggja afturat, at broytingarnar, sum samgongan gjørdi í desember, gera tað trupult at skipa fyri eini munadyggari uppboðssølu.

Tá ið raksturin hjá verandi fyritøkum gongur væl, verður stórt trýst at sleppa framat at, og tí er stórur vandi fyri at vit fáa yvirkapasitet, har tilfeingisrentan ístaðin verður til ein rakstrarkostnað, og fiskivinnan verður lítið produktiv.

– Landsstýrið og Løgting eiga tí at hækka brúksgjøld fyri fiskirættindi, og onnur tilfeingisrættindi, meðan tilfeingisrentan er har, og áðrenn hon er vorðin til ein rakstarkostnað. Somikið eiga vit at hava lært frá gongdini í botnfiskaveiðuni, sigur Búskaparráðið.

Verður tað rindað fyri at fiska, hevur tað, í fyrsta umfari, við sær, at yvirskotið í fiskivinnufyritøkum minkar, og hýrurnar somuleiðis, tí tilfeingisgjaldið fer í landskassan. Í øðrum lagi hevur lægri vinningurin við sær, at tilskundingin til yvirkapasitet minkar.

– Minni yvirkapasitetur hevur við sær, at veiðitrýstið og rakstrarútreiðslur lækka og sostatt veksur tilfeingisrenta.

Verður tilfeingisgjaldið eitt prosentgjald av veiðivirðinum, minkar tað um yvirkapasitet, men tað verður ringt at seta tað rætta gjaldið, tó tað eru bara fyritøkurnar sjálvar, sum vita, hvat tær megna at rinda.

Men verður rætturin at fiska seldur á einum væl skipaðum marknaði, hava fyritøkurnar ávirkan á, hvat tilfeingisgjaldið verður.

– Ein tílík skipan verður smidlig og gevur høvi til, at veiðitrýstið verður betur stillað. Hetta gevur størri inntøkur til samfelagið í longdini. Ein tílík skipan fer at elva til íløgur í meira effektiv veiðitól, tí í eini vælvirkandi marknaðarskipan er tað fyrst og fremst produktiviteturin í vinnuni, sum avger, hvør fær atgongd til veiðirættindi, sigur Búskaparráðið.

Ein avleiðing er, at reiðarar við minni effektivum skipum, fara at gevast, men í verandi skipan verða bæði produktivar og óproduktivar íløgur framdar.

– Ein marknaðarskipanin við uppboðssølu styðjar sostatt upp undir ein natúrligan og framhaldandi produktivitetsvøkstur í fiskivinnuni, har manningatalið verður lægri, veiðan betri fyri hvønn mann og sostatt eisini betri hýru til manningina sum er eftir.

Tær broytingar, sum púra vist, í fyrstu syftu og kanska eisini í longdini, verða avleiðingar av eini slíkari marknaðarskipan, má tað almenna hjálpa til við at loysa á annan hátt. Tað kann gerast við førleikamennandi útbúgvingum, upplæringum og almennum skipanum – men tað skal ikki gerast við at seta marknaðarskipanina úr gildi, heldur Búskaparráðið.