Vit eru á veg ímóti slættari sjógvi

– Tað gongur væl at koppseta fólk, men tað má vera pláss fyri fótfeilum, sigur landsstýrismaðurin

 

 

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Í gjár gjørdi hann greitt, at hann skuldi vera tann seinasti í Føroyum, sum verður koppsettur fyri koronu.

Les eisini: Eg vil vera síðsti føroyingur, sum verður koppsettur

Samstundis hevur tað eisini vakt ans, at leiðslu-fólk á Landssjúkrahúsinum og í Almannaverkinum, eru koppsett og sum sostatt eru tikin fram um fólk í vandabólkum.

Les eisini: Tey hava uppiborið at fáa rós

Kaj Leo Holm Johannesen sigur við tíðindindi á FM1, at hann heldur, at vit onkuntíð hava lyndi til at gloyma, hvørjum trýsti, leiðslurnar á sjúkrahúsinum og Almannaverkinum, eru undir, og tað skal sjálvandi vera pláss fyri fótfeilum.

Tað eru nógv av okkum, sum hava onkran, sum er í vandabólki, og sum vit harmast um, ikki eru koppsett, sigur hann. Men hann sigur, at tað gongur væl við koppsetingini og hann leggur stóran dent á týdningin av, at vit aftur koma á slætt, sigur hann.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr landsstýrismannin greiða frá, hvat hann heldur um støðuna beint nú.