Vit eru eitt sindir bilsin av hesum her

Bjargingarbátar eru á veg í Vágar eftir at ein fóðurflaki er tikin í illveðri

Vit eru eitt sindur bilsin av hesum her og nú fara vit at umhugsa støðuna­. Tað sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord.

Hiddenfjord hevur ætlanir um at fara undir aling vesturi á Víkum í Vágum og í hesum sambandi hava tómir aliringar ligið har í nøkur ár fyri at vita um teir halda í tí ringa veðrinum, sum kann vera har vesturi. Og í heyst varð so eisini ein fóðurflaki lagdur við aliringarnar við sama endamáli.

Men nú er tað hent í illveðrinum, at fóðurflakin hevur flutt seg rættiliga langt, men hann er ikki farin á land, ella nakað.

Atli Gregersen sigur, at talan er um dýra útgerð, so fyri at binda um heilan fingur eru bjargingarbátarnir Brimil og Sverri, og sleipibáturin, Samson, á veg vestur at byrgja fyri, at størri skaði hendur.

Men Atli Gregersen væntar ikki, at tað stóra annars verður gjørt fyrr enn tað er er lýsnað í morgin ári, tí líkindini eru so vánalig at arbeiða í myrkrið.

Hann sigur, at fóðurflakin hevur flutt seg rættiliga fitt og tað er hann rættiliga bilsin av, tí hann sigur, at hann er ógvuliga sterkt bygdur, og fortoyningarnir eru so sterkar, at teir hava mett, at at tað fór at halda.

Hann sigur, at hann veit ikki, hvat tað er, sum er hent, tað kann vera okkurt serligt, men tað fáa tey greiði á seinni.

Hann sigur, at tað kann verða rættiliga stór alda vesturi á Víkum, og teir hava mált aldur heilt upp í 14 metrar. Tí skal aliútgerðin gerast hareftir, men tað er nettupp fyri at fáa greiði á, hvat tað tolir, at alirringar, og flaki, eru løgd har.

Stjórin í Hiddenfjord sigur, at tá ið tey hava fingið greiði á, hvat tað er, sum er hent, verða neyðugu ábøturnar gjørdar.

Hann er nevniliga vísur í, at hetta er ikki prógv fyri, at tað ikki ber til at ala vesturi á Víkum. Tað ivast hann framvegis ikki í, tað ræður bara um at finna fram til røttu útgerðina.

– At aliringar og flakar flyta seg, er ikki óvanligt. Tað er ein partur av tí at ala í stórari aldu, so tað taka vit við. Tí fara vit at eftirmeta tað, sum er hent, og gera tær neyðugu tillagingarnar, sigur Atli Gregersen.