Jógvan Páll verji hjá Sea Shepherd

Tað er Jógvan Páll Lassen, sum er verji hjá teimum 14 Sea Shepherd fólkunum, sum politiið handtók í gjár.

Tað er Jógvan Páll Lassen, sum er verji hjá teimum 14 Sea Shepherd fólkunum, sum politiið handtók í gjár.

 

- Eg havi verið á politistøðini í allan dag, men eg havi einki hoyrt um nakað grundlógaravhoyr, sigur Jógvan Páll Lassen.

 

Tað ljóðaði fyrr í dag, at grundlógaravhoyring skuldi verða, og at tað skuldi verða áðrenn klokkan 17. Men nú er tíðin so farin um tað.

 

Jógvan Páll Lassen roknaði við, at málini kundu greiðast uttan grundlógaravhoyring, og tað sær út til, at hann fær rætt.