Vit eru ikki bangin fyri at ganga úti um kvøldarnar

Ein kanning vísir, at at føroyingar føla seg øgiliga trygg, tá ið vit fara út um kvøldið – men tað eru nøkur undantøk

Føroyingar føla seg øgiliga tryggar, tá ið vit fara út um kvøldið. Tað vísir ein nýggj kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Fólkaheilsuráðið.

Ein av spurningum er um fólk føla seg trygg, tá ið tey ganga einsamøll úti um kvøldið. Og tað gera allarflestu, tí heili 96 prosent siga, at tey hava ongan ampa av at ganga úti einsamøll um kvøldið. Sama kanning varð eisini gjørd, bæði í 2013 og í 2017, og tá var úrslitið at kalla tað sama.

Og hetta er galdandi fyri bæði kvinnur og menn í øllum aldursbólkum og í øllum landinum. Í hesum sambandi kann nevnast, at tað er eingin sandoyingur yvirhøvur, sum hevur ampa av at fara einsamallur út um kvøldið, men í Suðuroy og í Suðurstreymoy, eru tað seks prosent, sum ikki føla seg trygg.  

Kortini kann sigast, at tey, sum føla seg allartryggast av øllum, eru tey frá 40-49 ár, tí 99 prosent av teimum eru púra ekkaleys, tá ið tey ganga einsamøll um kvøldarnar. Tey, sum føla seg ótryggjast, eru tey heilt ungu og tey gomlu. Seks prosent av teimum ungu frá 17-24 ár, siga, at tey føla ampa á sær, tá ið tey eru úti eimsamøll um kvøldið og tað sama siga fimm prosent av teimum eldru yvir 60.

Men kanningin vísir eisini, at tað talið á kvinnum, sum føla seg eitt ótrygg við at verða úti einsamøll um kvøldið, er heldur størri enn talið er av monnum, tí av teimum, sum føla seg trygg, eru 51 prosent menn og 44 prosent eru kvinnur.

Hóast næstan øll føla seg trygg, tá ið tey eru úti, vísir kanningin eisini, at tað eru fýra prosent av fólki, sum hava verið fyri harðskapi hetta seinasta árið, og har er næstan eingin munur á kynunum, tó er talan um heldur fleiri mannfólk enn konufólk.

Tey flestu av teimum eru í teimum yngru aldursbólkunum, frá 15-24 ár, men eisini nøkur í aldrinum frá 50 til 59 ár.