Vit fáa nógvar avlýsingar - men vit skulu ikki klaga

– Tá ið vit síggja, hvussu tað gongur aðrastaðni, skulu vit ikki klaga. Tað sigur Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á okkara fremstu matstovu

– Tá ið vit síggja, hvussu tað gongur aðrastaðni, skulu vit ikki klaga. Tað sigur Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á okkara fremstu matstovu, Koks.

Hann sigur, at árið í ár varð ikki tað, tey høvdu vónað. Í vár fór korona at gera um seg, og tá fingu tey nógvar avlýsingar. Tað batnaði aftur út ímóti sumri, men eftir ólavsøku fór korona aftur at gera um seg, bæði í Føroyum og uttanlands.

– Vit hava fingið heilt nógvar avlýsingar, men hinvegin, hava vit eisini fingið fleiri nýggjar bíleggingar afturfyri, men samanumtikið er árið í ár bara ein viðfáningur av tí, vit høvdu vónað, sigur hann.

– Um vikuskiftini er fitt av fólk, men mitt í viku hava vit pláss, men í næsta mánað er ikki nógv av fólki.

Koks plaga at lata aftur síðsta leygardag í november, ella fyrsta leygardag í desember, alt eftir sum tað passar. Men tey hava so fáar bíleggingar í oktober og november, at tey hava gjørt av at lata aftur seks vikur áðrenn í ár. Sostatt letur Koks aftur fyri veturin tá ið fyrsta vika í oktober er farin afturum.

Men hann sigur, at tá ið tey síggja, hvussu tað hevur gingið matstovum aðrastaðni, skulu vit ikki klaga, tí fleiri matstovur eru farin á húsagang – men tað er als ikki talan um tað hj´sa okkum, hóast afturgongdin er stór.

– Vit arbeiða sum vant ,og Koks letur  upp aftur næsta ár, sum vant. Tey hava longu nógvar fyrispurningar um pláss næsta ár, men tað ber ikki til at bíleggja borð fyrr enn eftir nýggjár.

Eini 80-90 prosent av gestunum á Koks eru útlendingar. Serliga hava nógvir danir og íslendingar verið í ár.