Vit fara ikki at skerja vælferðina

– So vilja vit heldur hava hall á fíggjarlógini næsta ár, sigur løgmaður

– Vit fara ikki at kuta av vælferðartænastum fyri at sleppa undan at fáa hall á fíggjarlógina fyri næsta ár.

Tað er ein boðskapur hjá Bárði á Steig Nielsen, formanni í Sambandsflokkinum, og løgmaður, nú flokkurin hevur havt landsfund.

Í ár eru útreiðslurnar hækkaðar og samstundis hevur korona eisini elvt til fleiri útreiðslur, umframt at inntøkurnar lækka.

Búskaparráðið metir, at í ár fer hallið hjá landskassanum at vera 583 milliónir og næsta ár fer tað at vera 570 milliónir.

Men Búskaparráðið sigur, at talan er ikki um eina kreppu og tey mæla staðiliga frá at høgga bremsurnar í.

Og løgmaður sigur, at tað fer samgongan heldur ikki at gera. Og hann garanterar í hvussu so er eitt, og tað er, at vælferðartænasturnar skulu ikki skerjast fyri at avmarka hallið.

– Vit fara ikki at kuta av vælferðartænastunum, tvørtur ímóti fara vit at bøta um ymsar tænastur, sigur hann.

Samstundis er tað meginparturin av fíggjarlógini, sum fer til vælferðartænastur av ymsum slagi og tí verður tað -milt sagt- avbjóðandi at fáa avlop á fíggjarlógina. Tí ásannar hann eisini, at tað er nógv, sum bendir á, at fíggjarlógin næsta ár fer at vísa eitt hall.

Men hann sigur eisini, at ymsar tillagingar verða gjørdar fyri at avmarka hallið. Hann sigur, at tillagingar skulu altíð gerast fyri at tálma útreiðsluvøkstrinum, og tað er ein treyt fyri at hava ein haldføran búskap. Men hann vil ikki siga, hvørjar tær avmarkingarnar verða og hann vil heldur ikki siga, hvussu stórt hallið á fíggjarlógini fer at vera næsta ár.

– Hvussu fíggjarlógin sær út, má bíða til hon verður løgd fram mikudagin, sigur hann.