Vit gevast aldrin at berjast ímóti føroyingum

Føroyingar kunnu hótta okkum, teir kunnu gera seg inn á okkum og teir kunnu eyknevna okkum so galið teir vilja, men vit gevast ikki

 

- Vit fara aldrin at gevast í stríðnum fyri at forða fyri grindadrápi í Føroyum.

 

Tað er farvæl-heilsanin frá Sea Shepherd, nú herferðin ímóti føroyingum er av á hesum sinni og tey eru farin av landinum aftur.

 

Tey siga, at tey eru errin av avrikinum í Føroyum í summar og tey siga, at hóast tað hevur eydnast føroyingum at halda grindum til í summar, hava tey eisini bjargað hundraðtals hvalum.

 

Men vit vita, at einaferð verður tað trygt at vera grindahvalur og springari undir Føroyum, leggja tey afturat.

 

- Gamlir siðir broytast og føroyingar eru so smátt farnir at ásanna, at nú er stundin komin til broytingar, meta tey.

 

Tey siga, at nú veturin nærkast fara sannlíkindini fyri eini grind at minkað munandi, so hvørt sum veðrið versnar.

 

Men føroyingar verða noyddir at góðtaka, at Sea Shepherd fer ikki at gevast í stríðnum fyri at verja grindahvalin, siga tey.

 

- Teir kunnu hótta okkum, gera seg inn á okkum, eyknevna okkum á sjógvi og landi, men vit fara aldrin at gevast, leggja tey afturat.

 

Tey vísa eisini á, at fyri hvønn bát, føroyingar hava lagt hald á, hava stuðlar latið teimum nýggjar bátar, og fyri hvørt fólk, ið er víst av landinum, hava onnur meldað seg til stríðið, sigur Sea Shepherd.

 

Samstundis eru eru tað alt fleiri, sum eru farin at varnast, hvat tað er, sum fer fram í Føroyum, er teirra páhald, nú tey eru farin úr Føroyum.