– Vit gleða okkum ótrúliga nógv

Nú letur Hotel Hilton skjótt upp í Havn, og stjórin er spentur

Hotel Hilton Garden Inn, sum er nýggjasta hotellið í Havn, fer at lata upp ein av komandi døgunum. Martin Restorff, stjóri á hotellinum, er spentur nú tey næstan eru komin á mál.

– Vit koyra á døgndrift nú fyri at fáa hotellið liðugt, so vit gleða okkum ótrúliga nógv, sigur hann í samrøðu við FM1.

Men upplatingin er nakað seinkað orsakað av koronu.

– Tað hevur verið drúgt. Korona hevur forstýrað ótrúliga nógv. Hotellið skuldi verið liðugt fyri langari tíð síðani, sigur Martin Restorff.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Martin Restorf á FM1 í dag.