Vit halda fram at byggja fleiri bústaðir

Møguleikarnir at seta búgv í kommununi skulu vera nógvir og fjøltáttaðir. Til ung, barnafamiljur, eldri – ja, allar borgarar. Tí at skaffa fólki tak yvir høvdið og góðar møguleikar at seta búgv, er framvegis ein av fremstu avbjóðingum okkara. Og her er longu nógv gjørt og tað vilja vit byggja víðari á.

Landsstýrið ynskir ikki at Bústaðir skal sleppa at byggja í Tórshavnar kommunu og landsstýrið ætlar eisini at gera tað dýrari at leiga frá Bústøðum í Havn enn aðrastaðni! Hesum finna vit okkum ikki í og vit átala harðliga hesa viðferð. Tí øll skulu kunna búgva í Havn - eisini fólk við lægri inntøkum. 

Tí bjóða vit til samstarv, (har kommunan veitir lendið og møguliga trygd), við fíggingarstovnar um at fíggja og við Bústaðir um at reka og umsita: 

-       At bjóða út at gera leigu og lutaíbúðir á Frúutrøð

-       Gera íbúðir til 60+ í Umlættingarheiminum

-       Gera íbúðir (luta og leigu) í gomlu psykiatrisku bygningunum, ið verða tómir tá nýggi hospitalsbygningurin verður tikin í nýtslu. Her skulu samráðingar til við landið

-       Gera leigu og lutaíbúðir í Ellisheiminum, tá nýggja røktarheimið er bygt um nøkur ár

-       Stykkja fleiri grundstykkir út og/ella raðhús og íbúðir í Kollafirði, Nólsoy, Kirkjubø/Velbastað og Kaldbak

 

Kommunan arbeiðir ítøkiliga við:

-       Útvega 48 leiguíbúðir aftrat, sum avtalað er gjørd við Mark um, á hóskandi grundøki hjá kommununi

-       Stórubrekku, nýggjasti býlingur í Hoyvík við 150 búeindum.

-       Samstundis sum skjøtil verður settur á nýggja røktarheimið við røktaríbúðum á Stórutjørn fara vit undir at bjóða grundstykkir, íbúðir og randarhús út, so ein heilur býlingur verður skaptur í senn

-       Vit bjóða fakfeløgum, stórum fyritøkum og eldrafelagsskapum inn til samstarv um at gera leigu og lutaíbúðir til limir og starvsfólk síni

 

Tá vit tóku við løgdu vit beinanvegin nógva orku í at byrja at loysa trupulleikarnar av bústaðarneyðini í kommununi - væl vitandi, at hetta ikki var ein løtt uppgáva, ið kommunan heldur ikki kundi loysa einsamøll. Men vit fóru við treysti til verka og vit hava gjørt okkum virðismiklar royndir:

-       1037 byggiloyvir eru givin til nýggjar búeindir og 200 eru ávegis

-       Undir Kongavarða verða 48 leiguíbúðir lidnar um ársskifti 20/21

-       Við Klingurstjørn á Argjum eru komin 93 grundstykkir

-       Í Kaldbak eru útvegað 6 grundstykkir

-       Í Kollafirði 22 grundstykkir

-       Í Nólsoy 7 grundstykkir

-       Vit samtyktu bústaðarpolitikk, - sum m.a staðfesti at vaksandi tal av borgarum í TK ynskja at búgva í leiguíbúðum.

-       Vit arbeiddu leingi við at skipa samstarv millum Bústaðir og fíggingarstovnar um saman at standa fyri at byggja leiguíbúðir. Hetta rakk tíverri ikki á mál tá, men tíðin er helst meira búgvin nú.

Tað er eitt langt og seigt hál at fáa fleiri bústaðir til vega, serliga stór er avbjóðingin at útvega dygdargóðar og ódýrar leiguíbúðir. Tað krevst fyrst og fremst at vit áhaldandi arbeiða við málinum og ikki geva upp, hóast tað er torført. Tað ætli eg framhaldandi at gera, fái eg álit frá veljarunum at halda fram í býráðnum.

Gunvør Balle, varaborgarstjóri og valevni fyri Tjóðveldi