- Vit hava als ongar sersømdir fingið

Illgitingar, skeivleikar og enntá tilgjørdar myndir hava verið nýttar í kritikkinum móti verkætlanini undir Kongavarða, sigur byggiharrin

Aftaná at verkætlanin hjá byggifelagnum Mark hevur elvt til síðstu vikurnar velur Gordon Rajani, stjóri í byggifelagnum, nú at koma við rættleiðingum, ið hann metir vera bygdar á illgitingar, skeivleikar og tilgjørdar myndir.

- Í sambandi við verkætlan okkara undir Kongavarða, hava vit hoyrt og lisið nógv, sum ikki hevur hald í veruleikanum. Illgitingar, skeivleikar og enntá tilgørdar myndir hava verið nýttar, fyri at seta verkætlanina í eitt ringt ljós, skrivar stjórin í MARK.

Í lesarabrævinum vísir hann millum annað á, at talan ikki er um bingjubyggarí, hóast hetta fleiri ferðir verður nevnt í kjakinum.

- Ferð aftaná ferð hevur verið ført fram, at talan verður um bingjubyggarí. Lat meg sláa fast, at tað er einki galið við bingjubyggjaríið, sum er roynt í meira enn 30 ár. Bingjubyggjarí yvirheldur eisini tær treytir sum myndugleikarnir seta til nýmótans byggjarí, skrivar hann og leggur afturat.

- Verkætlanin undir Kongavarða skal ikki byggjast við bingjum!

Stjórin í MARK brúkar eisini høvi at afturvísa, at talan er um eina verkætlan har roynt verður at halda kostnaðurin so lágan sum gjørligt.

- At tað eisini verður sagt, at byggjaríið skal fremjast á bíligasta og mest stuttskygda hátt, er beinleiðis ósatt. Vit hava forpliktað okkum at leiga íbúðirnar út í nógv ár fram, og tískil fara vit sjálvsagt ikki at byggja nakað, har góðskan ikki er í lagi, skrivar hann.

Gordon Rajani brúkar eisini høvi til at staðfesta, at MARK ikki hava fingið nakrar sersømdir frá kommununi í samband við verkætlanina.

- Vit hava als ongar sersømdir fingið í sambandi við okkara verkætlan. Vit hava til eina og hvørja tíð fingið greitt at vita, at vit mugu fylgja byggisamtyktini, byggikunngerðini og øðrum krøvum, sum kommunan hevur sett – tað vil millum annað siga, at verkætlanin heldur seg innan fyri treytirnar um byggistig, nýtslustig, frástøðu frá mørkum, brunakrøv, orkukrøv o.s.v.

Til ber at lesa alt lesarabrævið við at trýsta á her