- Vit hava ikki ráð til at lata standa til

Mynd: Lararafelag.fo

Mynd: Lararafelag.fo

- Læraraútbúgvingin má hava betri hølisumstøðurnar, og fleiri undirvísarar eiga at verða settir í fast starv. Sum gongdin hevur verið hjá læraraútbúgvingini síðan samanleggingina við Setrið, so ivist eg í, um hetta er rætta skipanin fyri útbúgvingina. Eg haldi, at Læraraskúlin hevur goldið ein prís fyri menningina av øðrum útbúgvingum á Setrinum. Politiska skipanin má taka ábyrgd og geva læraraútbúgvingini betri umstøður at virka undir. Vit hava ikki ráð til at lata standa til.

Orðini eigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, ið mælir til at brúka 150 ára føðingardagin hjá læraraútbúgvingini til at fáa hana aftur á beint.

Í skrivi lagt út á heimasíðuna hjá Lærarafelagnum vísir hann á, at um man ynskir at fáa útbúgvingina aftur á beint, er neyðugt við ávísum batum. Harímillum betri hølir, aftaná at man hevur brúkt núverandi hølir síðan 1968.

- Nú, hálva øld seinni, stendur illa til við hølunum hjá læraraútbúgvingini. Gamli Læraraskúlin, ið Námsvísindadeildin húsast í, er ikki hildin viðlíka. Undirvísingarhølini eru slitin, og skrivstovurnar til umsiting og undirvísarar eru fluttar undan blámusoppi í Nóatún. Tað skapar einki lestrarumhvørvi, tá ið lesandi og undirvísarar eru á hvør sínum matrikli, skrivar formaðurin.

Harumframt fýlist hann í skrivinum eisini á gongdina innan starvsfólkaviðurskifti aftaná at skúlin bleiv lagdur saman við Fróðskaparsetrinum.

- Útbúgvingin var broytt til B.Ed í undirvísing í 2008, og Føroya Læraraskúli var lagdur saman við Setrinum. Ein broyting var eisini, at undirvísararnir á Námsvísindadeildini stóran part av starvinum skuldu granska í fólkaskúlanum. Men starvsfólkini á Námsvísindadeildini undirvísa ov stóran part av arbeiðstíðini, og granskingin er bara í lítlan mun vorðin veruleiki. Talið á førstum størvum á Námsvísindadeildini er ikki meira enn tað var á Læraraskúlanum, sjálvt um økti granskingarparturin átti at havt við sær fleiri starvsfólk, skrivar Jacob Eli S. Olsen og leggur afturat.

- Námsvísindadeildin fær ov lága raðfestingin á Setrinum, tá ið tað kemur til at seta undirvísarar í fast starv. Undirvísarar eru farnir úr starvi á Námsvísindadeildini, uttan at nakar er settur í staðin. Og tað eru fleiri fakøki, har Námsvísindadeildin ikki hevur starvsfólk í føstum starvi at taka sær av lærugreinini. Hetta er serliga galdandi í náttúruvísindaligu lærugreinunum og í handaligu og listarligu lærugreinunum.

Mynd: Lararafelag.fo