- Vit hava onga Plan B

Teir báðir Arne Leivsgard og Dann Thorleifsson, sum við fyritøkuni Letho ætlaðu at klippa listaverkið Paris Chic eftir Tal R í stykkir til urframleiðslu, mugu nú seta seg niður at gera av, hvat nú skal gerast.

Tað er greitt, eftir at Sjó- og handilsrætturin í dag gav listamanninum, Tal R, viðhald í trætuni um listaverkið og gav teimum báðum fyribils bann fyri at nýta listaverkið til urskivur.

- Í dag hava vit onga plan B. Vit roknaðu við at sleppa at fara í gongd við hetta, sigur Dann Thorleifsson og leggur aftrat, at teir nú fara at gera av, hvørji stig skulu takast næst.

- Vit hava enn málningin. Nú sleppur hann at standa so penur til tað, sum hann upprunaliga var ætlaður til.

Dann Thorleifsson sigur, at teir hava møguleikan at kæra til Eystara landsrætt, men at hetta er nakað, ið teir mugu viðgera fyrst, tí at sakførarar eru ikki bíligir, og talan kann tí gerast um eina kostnaðarmikla kæru.

 

 

Málið hevur fingið rættiliga nógva umrøðu, og í dag hevur The Guardian eisini skrivað um trætuna millum Letho og Tal R. Dann Thorleifsson sigur, at hann hevði yvirhøvur ikki væntað, at ur-ætlanirnar fóru at fáa so stóra umrøðu.

- Vit eru rættiliga bilsnir. Vit hava einki gjørt fyri at uppsøkja miðlarnar. The Guardian ringdi fríggjadagin, Bloomberg og Ritzau hava eisini ringt í dag. Tað hevur verið rættiliga víða um í dag, og tað er kanska tí, at Ritzau skrivaði ein grein um tað, sigur Dann Thorleifsson.

 

- Men vit mugu viðgera hetta internt fyri at vita, hvørjar møguleikar vit hava. Hetta kom eitt sindur óvart á okkum. Alt projektið er í grundini komið óvart á okkum. Fyri tað fyrsta trúðu vit slett ikki, at vit fóru at fáa so nógva umtalu. Vit trúðu heldur ikki, at tað fór at vera so nógv mótstøða móti projektinum.