Vit hava strangar mannagongdir

Tætt samband er millum umsøkjarar, sum fingu stuðul, og limir í Leiklistaráðnum, sum viðmælti stuðul til yrkisleiklist

Leikbólkurin Tvazz, har Gunnvá Zachariasen er leiðari, fekk størstu játtanina til yrkisleiklist hesaferð – myndin er frá leikinum »Deyðsdansurin«

Leikbólkurin Tvazz, har Gunnvá Zachariasen er leiðari, fekk størstu játtanina til yrkisleiklist hesaferð – myndin er frá leikinum »Deyðsdansurin«

Tætt samband er millum fleiri verkætlanir, sum hava fingið stuðul til yrkisleiklist, og limir í Leiklistaráðnum, sum hevur gjørt tilmælið um, hvussu stuðulin skal latast. Formaðurin í Leiklistaráðnum sigur, at ráðið hevur strangar mannagongdir um gegni, tá ið stuðul skal latast, og tær eru fylgdar.

Í farnu viku varð kunngjørt, hvør fekk tær 650.000 krónurnar í stuðli til yrkisleiklist. Tað er Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, sum letur stuðulin. Tað ger hann eftir tilmæli frá Leiklistaráðnum, og landsstýrismaðurin fylgdi tilmælinum, hann fekk.

Fleiri av verkætlanunum, sum hava fingið stuðul, hava tætt samband til limir í Leiklistaráðnum. Eitt nú er Búi Dam ein av leikarunum í sjónleikinum, sum fekk størstu stuðulsjáttanina, og Hilmar Joensen hevur tætt familjusamband við tann, sum skal gera ljós til hendan sjónleik. Durita Dahl Andreassen er forkvinna fyri Leikarafelag Føroya, sum fekk minni stuðulsjáttan til eftirúbúgving. Tey sita øll trý í Leiklistaráðnum.

Formaðurin í Leiklistaráðnum sigur, at eingin av teimum trimum hevur verið við í viðgerðini av stuðulsumsóknunum.

– Vanligt er, at tey fólk, sum hava tilknýti til eina umsókn, ikki eru við í viðgerðini av hesari umsókn, men í Leiklistaráðnum eru vit enn strangari enn tað. Tey trý fólkini hava als ikki luttikið í viðgerðini av umsóknunum yvirhøvur – hvørki teimum umsóknum, sum tey hava tilknýti til, ella nøkrum av hinum, sigur Ólavur Jøkladal við Sosialin um vikuskiftið. 

– Vit halda, at fólk við tilknýti til onkra stuðulsumsókn, als ikki skulu luttaka í nakrari viðgerð ella kjaki, tí so kann eingin seta spurnartekin við viðgerðina. Tað er neyðugt bæði fyri avgerðirnar og fyri at verja hesi fólkini, sigur hann.

Sjey umsóknir um samanlagt 990.000 komu til Leiklistaráðið, nú stuðul til yrkisleiklist fyri 2021 skuldi latast. Seks umsóknir fingu stuðul, og harvið fekk ein umsókn noktandi svar.

Leiklistaráðið er soleiðis mannað:

  • Ólavur Jøkladal, formaður, tilnevndur av landsstýrismanninum
  • Birna Heinesen, tilnevnd av landsstýrismanninum
  • Durita Dahl Andreassen, eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya
  • Búi Dam, eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya
  • Hilmar Joensen, eftir tilmæli frá Meginfelag Áhugaleikara Føroya
  • Barbara Hentze í Stórustovu, starvsfólkaumboð fyri Tjóðpall Føroya
  • Jóan Petur Hentze, eftir tilmæli frá Tórshavnar býráð

Leikbólkurin Tvazz, har Gunnvá Zachariasen er leiðari, fekk størstu játtanina til yrkisleiklist hesaferð – myndin er frá leikinum »Deyðsdansurin«