Vit klára tað ikki einsamøll

Skal rættiliga gongd fáast á íbúðarbyggingina, eigur felagið Bústaðir, at verða umskipað, heldur stjórin

Tíðin er farin undan okkum og tí eigur virksemið at verða umskipað. Tað heldur Andras Róin, stjóri í Bústøðum.

Bústaðir eru ein almennur grunnur, men stjórin heldur, at tíðin sum almennur grunnur, er farin.

Tí heldur hann, at felagið eigur at verða gjørt til eitt alment partafelag, ið kann virka  á jøvnum føti við onnur feløg í byggivinnuni og í fíggjarheiminum.

Bústaðir meta, at tað mangla 2.000 íbúðir, bæði leigubústaðir ella lutabústaðir. Men tey halda ikki at tað er ráðiligt, at Bústaðir skulu byggja og eiga tær allar.

Tað hevði verið betri at kapitalurin, sum annars er í landinum, verður brúktur til at loysa hesa avbjóðing, siga Bústaðir í ársfrágreiðingini fyri 2018, sum nýliga varð løgd fram.

Men fyri at fáa gongd á, er tað neyðugt, at Bústaðir fáa fríari og greiðari handilsligar karmar at virka undir.

Fáa Bústaðir tað, kann felagið fara undir eitt javnbjóðis sam­starv við pensjónsfeløg, aðrar íleggjarar, kommunur, arbeiðstakarar. Og tá kunnu Bústaðir stovna partafeløg, saman við øðrum um at byggja íbúðir

Við FM1 sigur Andras Róin, at tað er ógreitt, hvat ein almennur stovnur í roynd og veru, er, og hvørjar heimildir hann hevur at virka.

Bústaðir lænir pengar út og rindar skatt, og vinningsbýti til landið. Men kortini er grunnurin ikki skrásettur sum vinnurekandi grunnur, sigur hann.

Tí heldur hann, at Bústaðir eiga at verða umskipaðar til eitt alment partafelag.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá, hví hann heldur, at hetta er rætta leiðin at ganga.