- Vit koyrdu ongan úr egnum heimi

Í kvøld ger Føroya Pedagogfelag viðmerkingar til úttalilsi hjá Tordi J. Niclasen, og yvirskriftin er "Føroya Pedagogfelag koyrdi ongan út úr egnum heimi".

 

- Ágangurin á Føroya Pedagogfelag og limir tess frá politiskum myndugleikunum, sum ikki vilja taka ábyrgd, hevur í longri tíð verið øgiligur.

Tað sigur felagið, sum vísir á, at Tordur Niclasen helst hevur misskilt nøkur grundleggjandi viðurskifti, tá hann av tingsins røðarapalli undir umrøðu av fíggjarlógini fyri 2020 sigur, at Føroya Pedagogfelag koyrdi borgarar úr sínum egna heimi undir verkfallinum.

Føroya Pedagogfelag vísir í kvøld á, at tað er ikki felagið, sum hevur ábyrg av borgaranum, tí hesa ábyrgd eigur landið! - Tá eingin sáttmáli er, og samráðingarnar eru slitnaðar, er eingin avtala millum partarnar, og tí er ikki álagt arbeiðstakara at møta til arbeiðis.

- Stavnsbandið er avtikið, sigur felagið.

Føroya Pedagogfelag heldur, at tað hevði sømt seg betur, um politikarar tóku gerandisstøðuna hjá hesum somu borgarunum í størri álvara. - Eitt nú at sett seg inn í støðuna á hægstu feriutíð – ein støða, ið var minst líka ring, um ikki verri enn undir verkfallinum í desember 2017 og januar 2018.

Lagt verður aftrat, at undantøkini, ið givin vórðu av Føroya Pedagogfelag, taldu umleið 2/3 av limum felagsins innan Almannaverkið, og hetta er betri enn gerandisdagurin, tá feriurnar eru.

- Vit frætta javnan um vánaligu umstøðurnar hjá borgarunum undir Almannaverkinum. Støður, ið okkara limir meta vera alment umsorganarsvik, brot á mannarættindi og viðurskifti, sum líkast tí.

Og áheitanin hjá Føroya Pedagogfelag til myndugleikarnar er soljóðandi:

- Gevið fyrst borgarunum í landinum - serliga teimum undir Almannaverkinum - sømilig kor, áðrenn tit rætta kanóninar mótið fakfelagnum, ið umboðar flestu teirra, ið skulu røkja eina stóra og týðandi uppgávu uttan at hava hóskandi umstøður.