Vit leita øll eftir fótafesti

Absurd komedia verður í kvøld frumsýnd á Tjóðpalli Føroya

Torfinn Nag hevur skrivað og leikstjórnar »Um at vera menniskja« (Mynd: Álvur Haraldsen)

Torfinn Nag hevur skrivað og leikstjórnar »Um at vera menniskja« (Mynd: Álvur Haraldsen)

Í kvøld verður sjónleikurin »Um at vera menniskja« frumsýndur á Tjóðpalli Føroya í Havn. Talan er um norskan sjónleik, sum byggir á svenska filmstriologi.

Leikurin er bygdur á 41 stuttar leikmyndir, sum 9 sjónleikarar spæla í 80 ymiskum leiklutum. Hetta er krevjandi fyri bæði leikarar og tey, sum standa fyri sjálvari framleiðsluni av leikinum, tí skiftini eru nógv, og fyri flestu leikararnar eru leiklutirnir eisini nógvir.

65 ára gamli Torfinn Nag, sum er ættaður úr Stavanger í Noregi, hevur skrivað leikin »Um at vera menniskja«. Leikurin byggir á tríggjar filmar hjá svenskaranum Roy Andersson – »Sångar från andra våningen«, »Du levande« og »En duva satt på en gren och funderadee på tillvaron«– og filmsskaparin hevur sjálvur lýst filmarnar sum »Monthy Pyton hittir Ingmar Bergman«. Filmarnir eru tragiskir við svørtum humori.

– Filmarnir hjá Roy Andersson eru filmaðir við stórum myndum, og tað er bert ein mynd fyri hvørja scenu. Tí er tað næstan sum filmaður sjónleikur. Mær dámdi væl stílin, skemtið og innihald, og eg hugsaði, at tað kundi verða gott teatur, sigur Torfinn Nag við Vikuskifti í Sosialinum.

»Um at vera menniskja« fylgir ymiskum fólkum í ymiskum støðum. Stundum gongur sera illa í hond, og ivaleyst fara fólk viðhvørt at ivast í, um tey skulu flenna ella gráta um tragikomiskar støður á pallinum.

– Fyri nógv av okkum snýr lívið seg um, at vit skulu ikki verða tikin av fótum av trupulleikum, men skulu megna at liva eitt nøkunlunda lív, sigur Torfinn Nag.

»Um at vera menniskja« verður sýndur á Tjóðpalli Føroya næstu vikurnar, og umleið fimmti fólk sleppa inn til hvørja sýning.

Leikarar í »Um at vera menniskja« eru: Herfinnur Árnafjall, Annfinnur Heinesen, Hans Tórgarð, Hjálmar Dam, Nicolaj Falck, Kristina Sundar Hansen, Laura Joensen, Edith Dahl Jakobsen og Esther á Fjallinum.

Torfinn Nag hevur skrivað leikin og leikstjórnar. Edward Fuglø hevur gjørt pallmyndina. Og Turpin Napoleon Djurhuus er ljóssniðgevi.

Torfinn Nag hevur skrivað og leikstjórnar »Um at vera menniskja« (Mynd: Álvur Haraldsen)