– Vit mugu gera tað í lagi at vera øðrvísi

Anna Malan Jógvansdóttir hugleiðir í stuttfilmi hjá Green Rennaissance

– Tað er so absurd, at vit royna at vera líka. Tí styrkjan í menniskjum er fjølbroytni.

Soleiðis sigur unga listakvinnan úr Nólsoy, Anna Malan Jógvansdóttir, í samrøðu við suðurafrikanska filmsliðið, Green Rennaissance, sum hevur gjørt ein stuttfilm um hana.   

Anna Malan fortelur í filminum um hennara uppliving av ikki at føla, at mann sum persónur er nóg góður. Hon fortelur um hennara tætta samband við náttúruna, og hvussu hon sær virði í teimum smáu tingunum í lívinum. Hon sær eitt stórt virði í tí at "bara vera til". 

– Eg kann ikki máta mítt virði í pengum ella í øllum teimum tingunum, sum eg geri. Men við at vera til, so eri eg okkurt, sigur Anna Malan.

Hon fagnar fjølbroyti og heldur ikki, at alt nýtist vera so vanligt.

– Vit mugu gera tað í lagi at vera øðrvísi ella bara vera tann, tú ert. Við bara at vera, so ert tú perfekt, sigur Anna Malan Jógvansdóttir í stuttfilminum, sum tú kanst síggja niðanfyri.

##med2##

You Are Perfect