Vit mugu ikki gloyma gleðina við lívinum

Mistrivnaður og sálarlig líðing millum børn og ung eru fløkjaslig fyribrigdi, og breið semja er um, at tað sjáldan bara er ein orsøk.

 

Alt fleiri børn og ung hava tørv á sálarligari viðgerð, og í eitt nú Región Sælandi í Danmark sæst ein munandi vøkstur í ávísingum til barna-og ungdómssálarfrøðina. Talið av børnum og ungum, sum fingu ávísingar til sálarhjálp í 2012, var 1340, men hetta tal vaks upp í heili 2058 í 2018 sum er ein vøkstur á heili 718 børn og ung eftir bert seks árum.

Men, tað er ikki bara í Danmark, at hetta er gongdin. Altjóða heilsuprofilar siga tað sama. Hetta eru viðurskifti hjá børnum og ungum, sum hava tað trupult á lívsleiðini, og serfrøðingar vísa á, at henda gongd eigur at verða loyst í felagsskapi – eisini í felagsskapi millum lond.

Sálarfrøðingurin og dagligi leiðarin í Girltalk.dk, Anna Bjerre, vísir á, at tað eru nakrir bygnaðir ella strukturar, sum eru við til at trýsta tey ungu á ein ósunnan hátt. - Vit kunnu eisini spyrja soleiðis: Um tey ungu standa í einum herviligum illveðri – skulu vit tá læra tey at finna fótafesti, ella skulu vit flyta tey burtur úr melduródnini?

Anna Bjerre heldur tað vera utopi at snakka um, hvussu sterk ella harðfør tey ungu eru. - Eg haldi, at vit leggja ov nógv á tey ungu. Tað eru nøkur bygnaðarlig viðurskifti, vit sum samfelag skulu broyta, heldur sálarfrøðingurin.

Anna Bjerre sær í stóran mun fyri sær, at útbúgvingarskipanin spælir ein leiklut, og at skipanin er við til at fremja eina hugmynd um nakrar hugsjónir, sum næstan eru ómøguligar at liva upp til. Sálarfrøðingurin er heldur ikki hin einasta, sum vísir á hesi viðurskifti – at tað er skipanin, sum í ov stóran mun leggur upp til, at tey ungu alla tíðina skulu fremja ella vísa, hvat tey duga.

Háskúlaleiðarin, Anja Rykind-Eriksen, upplivir eisini, at tað er eitt øgiligt fokus á góð próvtøl, og at tey ungu alla tíðina er á veg eina ella aðrastaðni. - Tað byrjar rættiliga tíðliga, at tey ungu skulu taka støðu til, hvat tey vilja – ja, hetta byrjar longu í 5.-6. flokki. Tað er ikki vist, at tað verður, sum tey ætla, men hetta ger nakað við børnini, sigur háskúlaleiðarin.

Hon heldur tað næstan vera ræðandi, hvussu nógv tey ungu eru ”vand” í at skula fremja. Hon vísir á, at fleiri av hennara háskúlanæmingum kunnu ivast í, um teimum bagir okkurt, nú tey ”bara” hava valt at fara á háskúla. Hon heldur, at hetta er ein ógvuliga keðligur hugsunarháttur, tí tað ræður jú um at vera tann, tú ert.

- Men, tað eru tey ungu ikki von við. Tey eru von við at krógva sínar minni attraktivu síður og gloyma, at tey eru nóg góð við bara at vera til, sigur Anja Rykind-Eriksen.

Politiski myndugleikin hevur eisini heft seg við, at fleiri børn og ung mistrívast. Tí er peningur eisini veittur til bráðfeingisátøk í Danmark, har regiónirnar saman við kommununum fram móti 2021 skulu arbeiða við tí, sum rópt verður ”framskundað átøk”.

Hesi átøk hava til endamáls at síggja møgulig tekin um mistrivnað fyrr, enn gjørt verður í dag, og á henda hátt verður vónað, at tiltøk kunnu setast í verk, áðrenn mistrivnaður mennist til sálarliga sjúku.

Kresten Dørup er leiðari í barna-og ungdómspsykiatriini í Región Høvuðsstaðnum, og hann er eisini næstformaður í stýrisbólkinum fyri framskundaða átakinum. Hann sigur, at kommunur og regiónir eru samd um at brúka meginpartin av pengunum í framskundaða átakinum í sjey kommunum, har serligur dentur verður lagdur á at stuðla starvsfólkunum, sum arbeiða við børnunum og teimum ungu.

Hann vísir á, at málið er at styrkja samstarvið um tann partin, sum beinleiðis hevur við børn og ung at gera, og her kann talan vera um sálarfrøðingar, skúlalærarar, námsfrøðingar og onnur. - Vit trúgva, at sálarfrøðin í samstarvi við tann kunnleika, sum kommunur og tess starvsfólk hava til børnini og tey ungu, kann verða við til at veita neyðugu hjálpina fyrr, sigur hann.

Charlotte Djuraas er PPR-leiðari í Gladsaxe kommunu, og hon er eisini forkvinna í stýrisbólkinum fyri framskundaða átakið. Hon ásannar eisini, at talið av børnum og ungum, sum hava tað trupult, er veksandi, og avbjóðingarnar gerast meira truplar.

- Tað er tørvur á at menna nýggj átøk fyri at finna fram til børn og ung, soleiðis at hesi tíðliga kunnu hjálpast. Hetta skal gerast, áðrenn trupulleikarnir gerast ov stórir, sigur Charlotte Djuraas.

Ein háttur at umgangast, at trupulleikarnir veksa, er at snakka um tingini og vísa børnum og ungum, at tað er í lagi ikki altíð at vera í góðum lag – og at góða lagið saktans kann koma. - Men, hetta krevur, at tú hevur nøkur amboð og kunnleika til kenslur, sum børn og ung ikki fáa, um trupulleikarnir ikki verða viðgjørdir og arbeiddir, sigur sálarfrøðingurin, Anna Bjerre.

Hon vísir á, at tað nyttar einki við lappaloysnum, sum einki geva í longdini. Neyðugt er heldur at taka um rótina á trupulleikunum.

Háskúlaleiðarin, Anja Rykind-Eriksen, hevur eisini sæð, at pláss er ikki fyri mistøkum hjá børnum og ungum, og tað hendir eisini, at tað eru foreldrini sum óbeinleiðis trýsta børnini við spurningum sum: - Hvat hevur tú gjørt? Hvagar gongur leiðin, og hvussu kemur tú har til?

Hetta kann verða viðvirkandi til, sigur háskúlaleiðarin, at pláss ikki er fyri skeivum valum. Kortini sær hon eisini, at foreldur í størri mun enn áður eru barnagenta fyri síni egnu børn.

- Foreldur vilja helst ikki, at børnini eru við undirlutan í staðin fyri at taka barnið, sum grætur, til sín og snakka um tingini. Knappliga skulu hesi ungu standa á egnum beinum, og tað er tá, at tey verða sligin um koll, sigur háskúlaleiðarin, Anja Rykind-Eriksen.

Sálarfrøðingurin, Anna Bjerre, sær eisini eina gongd, har pláss ikki er fyri mistøkum. - Tað sær út til, at tey ungu í dag ganga sum eftir einari linju í toku, tá tey skulu taka sínar avgerðir. Men, tá eg var barn, høvdu vit ein heilan fótbóltsvøll at spæla á. Mangt bendir á, at fólk gloyma virðini í at vera menniskja – og hugsa alla tíðina um avrik, sigur sálarfrøðingurin.

Kelda: www.helse.dk