Vit mugu ómøguligt enda aftur í teirri gomlu tíðini

Verður tað neyðugt, mugu kommunurnar spýta í, sigur borgarstjórin í Runavík

– Eg veit, hvussu tað var fyrr, og tað má ikki henda, at vit enda aftur í teirri tíðini, tí tað verður ein vanlukka.

Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík

Og tað sigur hann, nú IRF hevur boðað frá, at tey fáa ikki tikið ímóti spillolju frá skipum og virkjum longur.

Runavíkar Havn er ein av størstu havnum í landinum, sum nógv skip brúka og borgarstjórin sigur, at koma vit í ta støðu, at tey ikki sleppa av við spilloljuna, verður tað ein vanlukka.

– Eg havi siglt í 30 ár og eg veit, hvussu skilið var, áðrenn IRF fór at taka ímóti spillolju. Áðrenn tá, var tað hvørt einasta skip, sum bara pumpaði alt fyri borð á , leggur hann afturat.

Hann sigur, at síðani IRF fór at taka ímóti spillolju, er tann hugburðurin fullkomiliga broyttur, so nú verður alt tikið til lands.

Les eisini: Kann enda við størstu umhvørvisvanlukku í Føroya søgu

Og hann sigur, at talan kann ikki vera um at tað heldur upp at, tí so er vandi fyri, at oljudálkingum, tí skipini skulu so av við spillojuna upp á onkran máta.

Tí má ein loysn finnast, sigur hann púra greitt.

Umhørvisstovan vísir á, at í roynd og veru eru tað kommunurnar, sum hava ábyrgdina.

Les eisini: Hetta kann ómøguligt fara at henda

– Er tað so -og er eingin onnur loysn- mugu kommunurnar bara taka hetta á seg eisini og spýta tær krónurnar í kassan, sum skal til fyri at IRF eisini framhaldandi kann taka ímóti spillolju, sigur hann.

– Ein trupulleiki er, at størsta kommuna í landinum, Tórshavnar Kommuna, er ikki limur í IRF, men so má ein skipan finnast, so at eisini hon rindar sín part, leggur hann afturat.

Les eisini: Tað verður sjálvandi ikki góðtikið