- Vit mundu mist ein av okkara spírum

Eini 100 fólk vóru savnaði í Skopun í dag, tá umboð fyri Føroya Fiskimannafelag handaði fýra monnum steyp fyri bjarging av einum ungum dreingi seinasta sunnumorgun.

Jónsvein Thomsen, John M. Koytu Nicolajsen, Karstin Hentze og Bergur Hentze.

Jónsvein Thomsen, John M. Koytu Nicolajsen, Karstin Hentze og Bergur Hentze.

 

Eini 100 fólk vóru samankomin í snotuliga Selatraðneystinum í Skopun í dag klokkan 14, tá umboð fyri Føroya Fiskimannafelag, Sniálvur Røvilsberg, formaður fyri Sandoyar sýslu, handaði fýra monnum eitt steyp fyri bjarging av einum ungum dreingi í Skopun seinasta sunnumorgun. Tað var um reppið, at drongurin, sum var farin út á streymasjógv, bar boð í bý. Streymurin hevði tikið hann langan veg suður yvir, tá teir fýra menninir, sum í dag vórðu heiðraðir, mannaðu útróðrarbátin Boðaberg og gjørdu eina roynd at fara út at fáa fatur í dreinginum.

Bergur Hentze, sum eigur bátin, sigur, at vónirnar um at fáa fatur í dreinginum, vóru ikki góðar, tá hann loysti úr landi. Tað er trupult at síggja nakað, sum liggur so lágt í sjónum, tá tú ert á báti. Men, til alla Guðs eydnu funnu teir dreingin í sjónum. Sjálvur metti Bergur Hentze, at skuldu teir fáa fatur í dreinginum í øllum góðum, noyddist onkur teirra at leypa í havið. Tað var ikki meira enn hálvtalað orð, so var John M. Koytu Nicolajsen klárur at leypa við einum bjargingarringi undir arminum.

Sjálvur sigur John M. Koytu Nicolajsen, at hann kendi væl streymin á kroppinum, meðan hann var í sjónum, men tað eydnaðist honum tíbetur at fáa fatur í Jonhardi Nicolajsen. Men, hetta var eisini í evstu løtu. Bjargingin eydnaðist, og tað vóru fýra fegnir menn, sum eftir lokið verk kundu venda aftur til lands, har bæði sjúkrabilur, løgregla og onnur tóku ímóti og fegnaðust um, at alt hevði spælt væl av.

Sniálvur Røvilsberg, sýsluformaður hjá Føroya Fiskimannafelag, beyð vælkomin við heiðursløtuna í dag, og tað var hann, sum vegna felagið handaði Bergi Hentze og hinum trimum, sum vóru í bátinum, stóra heiðurssteypið, har takkað verður fyri bjargingina seinasta sunnumorgun. Sniálvur Røvilsberg takkaði eisini øllum øðrum, sum vóru partur av bjargingararbeiðnum, umframt teimum, sum vóru komin oman á bryggjuna at stuðla familju og avvarðandi.

##med2##

Teir fýra, sum vóru umborð á Boðabergi og framdu bjargingarbragdið, vóru Bergur Hentze, Karstin Hentze, Jónsvein Thomsen og John M. Koytu Nicolajsen. Bátaeigarin, Bergur Hentze, takkaði fyri heiðurin, sum teimum varð vístur, og meðan løtan var í Selatraðneystinum, gjørdi hann greitt, at flotta heiðurssteypið kemur at standa í Undirhúsinum í Skopun. 

Borgarstjórin í Skopunar kommunu, Gerhard Lognberg, segði eftir áheitan frá Sniálvi Røvilsberg eisini nøkur vælvald orð. Hann vísti á, at tað er ymiskt, sum fær fólk at møtast. Tað kann vera gaman, og tað kann vera álvari, og hann helt fyri, at heiðursløtan í Selatraðneystinum í dag var ein álvarsløta.

##med3##

- Tað, sum bindur okkum saman í dag, er feigdarløtan seinasta sunnumorgun, tá ein av spírunum í Skopun mundi farið frá okkum. Men, ljósið var sterkari enn myrkrið, og Jonhard Nicolajsen varð bjargaður. Øll, sum vóru til steðar, vita, at her var hann við, sum skapti himmal og jørð. Teir, sum fóru út eftir dreinginum, gjørdu skjótt av, soleiðis at sorgin, sum kundi verið, vendist til gleði.

Gerhard Lognberg vísti á, at tað vóru eisini onnur, sum gjørdu eitt gott arbeiði, eitt nú sjúkrabilur, bjargingarfelag og mong onnur við. - Jú, vit duga eisini at standa saman í bygdini og í Sandoynni, bæði í gaman og álvara. Mítt ynski skal vera, at samanhald framvegis verður okkara styrki, har Harrin Jesus má vera við í gerningi okkara, bygdini til gleði og sóma. 

##med4##

- Vit gleðast øll saman við foreldrum, systkjum og allari familjuni hjá Jonhardi Nicolajsen. Guð eigur størstu tøkkina, og hann má signa okkum øll. Á okkara minnissteini standa hesi orð eftir Hans Jacobi í Stovuni (Heðini Brú): "Feiðir fóru, sárt er sakni, men bátar rógva, har bátar róðu, bygdin livir...", vóru nøkur av orðunum hjá borgarstjóranum, Gerhardi Lognberg í Skopun í dag.

##med5##

##med6##

 

 

 

Jónsvein Thomsen, John M. Koytu Nicolajsen, Karstin Hentze og Bergur Hentze.

Jonhard B. Nicolajsen, sum varð bjargaður, stendur fremstur á myndini.

Sniálvur Røvilsberg og Bergur Hentze, sum eigur útróðrarbátin Boðaberg.

Selatraðneystið tekur eini 80 fólk, og í dag fingu øll ikki sitipláss.

Gerhard Lognberg, borgarstjóri, varð biðin at siga nøkur orð.

- Mítt ynski er, at samanhald framvegis verður okkara styrki, segði Gerhard Lognberg.