Vit orka illa at arbeiða meiri enn 4 – 6 tímar um dagin

Virki, sum hava stytt arbeiðstíðina, fáa nógv meiri burtur úr – men tað riggar ikki á ávísum arbeiðsplássum

– Vanliga er effektiva arbeiðstíðin ímillum 4 og 6 tímar um dagin. Tað staðfestur Starvsmannafelagið, nú Løgtingið viðger eitt uppskot um at stytta arbeiðsvikuna. Tey siga, at gransking vísir, at heilin er ikki gjørdur til áhaldandi arbeiði í longri tíð. Tá ein minkar arbeiðstíðina, so minkar spilltíðin. Fólk hugsavna seg meira og effektiviteturin antin veksur, ella er hin sami, sum við longri arbeiðstíð.

Starvsmannafelagið vísir til Perpetual Guardian, sum er ein fyritøka i Nýsælandi, og har tey  løgdu um frá 40 tímar til 32 tímar arbeiðsviku. Úrslitið var, at framleiðslan øktist 20 prosent, samstundis sum at útreiðslurnar minkaðu. Tá ið Microsoft í Japan í 2019 legði um til eina fýra daga arbeiðsviku, øktist effektiviteturin 40 prosent, tá ið sparingar eru taldar við. Útreiðslurnar á arbeiðsplássinum minka, tí fólk eru har styttri.

Og í eini svenskari kanning ímillum røktarheimsstarvsfólk vórðu starvsfólkini glaðari, arbeiðsgleðin vaks og strongdin minkaði, tá ið arbeiðstíðin varð stytt. Tey høvdu betri orku til ymiskt virksemi uttan fyri arbeiðsplássið, og 64 prosent søgdu at tey vórðu produktivari.

Skulu vit hugsa um effektivitetin av at stytta arbeiðsvikuna, er størsti vinningurin í vitanarvinnum, tí skulu starvsfólk vera nýskapandi, og fáa nakað burtur úr, krevst at tey eru sálarliga væl fyri og eru úthvíld.

– Hinvegin økist effektiviteturin ikki, har ið beinleiðis samband er ímillum tíð og avrik, eitt nú á ymsum framleiðslvirkjum, í byggivinnuni, handilsvinnuni, flutningsvinnuni og á arbeiðsplássum har krøv eru um, hvussu nógv starvsfólk skulu vera.

– Hinvegin hava automatiseringar og effektiviseringar við sær, at tað verður alsamt brúk fyri minni fólki í framtíðini, serliga í hesum vinnunum, har styttri arbeiðstíð annars ikki økir um effektivitetin.

Arbeiðstíð hevur serliga stóran týdning, tá ið yngri fólk søkja sær starv, tí har arbeiðstíðin er styttri, fáa foreldur betri umstøður til familjuna.

– Samfelagið verður meira kvinnuvinarligt, tí kvinnur taka sær av meginpartinum av arbeiðinum heima, umframt at tær taka sær av børnunum, men sum er fáa tær alt ov lítla hvíld og frítíð.

– Hetta er alt týdningarmikið í mun til at tryggja fólkatalið og aldurssamansetingina í Føroyum, sigur Starvsmannafelagið.

­­­– Ein kanning hevur víst, at seinastu trý árini hevur meira enn helvtin av limunum í Starvsmannafelagnim verið strongdur og tey flestu av teimum hildu, at tað stavaði frá arbeiðnum, har tey høvdu ov nógv at gera.

Í Bretlandi eru royndir gjørdar við fýra daga arbeiðsviku og úrslitið var, at 64 prosent av fyritøkunum siga, at framleiðslan er økt og 78 prosent av starvsfólkunum siga, at tey eru glaðari.

Í 1919 var arbeiðstíðin í Bretland stytt úr 54 tímun, niður í 48 tímar, men tað hevði onga ávirkan á framleiðsluna.

– Meira frítíð merkir eisini, at eftirspurning eftir tænastum og upplivingarvinnu, veksur. Styttri arbeiðstíð styrkir eisini sjálvboðið arbeiði í ítrótti og mentanarlívi.

– Tað er høpisleyst at siga, at ein ikki kann gera nakað, tí arbeiðsloysið er so lágt nú, tí verður arbeiðsvikan stykk so líðandi upp á eini seks – tíggju ár, og tað ber slett ikki til at siga, hvussu støðan í búskapinum er tá, sigur Starvsmannafelagnum.