- Vit pakka taskurnar og rýma 31. oktober

Boris Johnson, enski forsætisráðharrin, tvíheldur um, at Ongland fer úr ES síðst í mánaðinum

Mynd: Ritzau Scanpix

Mynd: Ritzau Scanpix

Ongland fer úr Evropeiska Samveldinum 31. oktober við ella uttan eina avtalu við ES. Tað er greiði boðskapurin í einum lesarabrævi, ið bretski forsætisráðharrin Boris Johnson hevur skrivað í bløðunum the Daily Express og the Sun.

- Aftaná fleiri ártíggjund við herferðum, trimum árum við kjaki og endaleysir mánaðir við meiningsleysum dráli, eru tað nú einans 25 dagar til at bretski limaskapurin í Evropeiska samveldinum fær ein enda. Vit pakka taskurnar og rýma 31. oktober. Einasti spurningurin er, um Brússel sigur takk fyri tað farna við eini góðari avtalu fyri báðar partar, ella um vit mugu ganga okkara egna veg, skrivar forsætisráðharrin í lesarabrævinum.

Forsætisráðharrin vísir á, at hóast hann frá byrjan av hevur lagt dent á, at tað er neyðugt at fyrireika seg til eina støðu, har Bretland má úr ES uttan eina avtalu, so hevur endamál altíð verið at fingið eina avtalu í lag við ES.

Og júst tað er ein leistur, ið hann ætlar at halda fram við í vikurnar upp til Brexit. Aftaná at hava fingið ábendingar um, at tinglimir eru klárir at stuðla seinasta uppskotinum um framtíðar samstarvið millum Bretland og ES, brúkar hann lesarabrævið at heita á ES-londini, um enn einaferð at sessast við samráðingarborðið og finna eina loysn á støðuni, tí Brexit verður veruleiki.

- Vit fara um 25 dagar. Vit kunnu gera eina avtalu, um ES ynskir tað. Men lat onga falska ímynd ella misskiljing vera. Tað verður einki meira drál. Eingin seinking. 31. oktober verður Brexit veruleiki, skrivar forsætisráðharrin. 

Mynd: Ritzau Scanpix