Vit skulu hava stórhøll í Havn

– Vit fara at byggja eina stórhøll í Havn. 25 milliónir krónur verða settar av næsta ár í langtíðarfíggjarætlanini til ætlanina. At strandingar eisini arbeiða við eini líknandi ætlan broytir ikki ætlanirnar hjá okkum, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn

Borgarstjórin í Havn vil ikki vera aftanfyri strandingar.

– Ein stórhøll skal staðsetast í Havn. Høvuðsstaðurin hevur alneyðugan tørv á eini tílíkari høll, bæði tá ið hugsað verður um ítrótt av ymiskum slag, altjóða dystir, ráðstevnur, konsertir og onnur tiltøk. Hesaferð vóru vit fyrst. Hetta er longu partur av ætlanunum í sambandi við Stórutjørn, sigur Annika Olsen.

Hon vísir á, at ætlanin er, at høllin kann hýsa altjóða hondbóltsdystum og flogbóltsdystum, men at hon eisini kann nýtast í ferðavinnuhøpi at fáa stórar ráðstevnur til Føroya.

Høll fyri 80-120 milliónir


Takast í nýtslu um trý ár

Hóast borgarstjórin sigur, at pengar longu næsta ár verða settir av til høllina, so er ikki enn greitt, hvussu nógv høllin fer at kosta.

– Høllin skal projekterast, og kostnaðarmetingar gerast, áðrenn farið verður í gongd. Men eg vænti, at um eini trý ár, kann høllin takast í nýtslu, sigur Annika Olsen.


Lesið alla samrøðuna við Anniku Olsen og aðrar greinir um ætlaðar stórhøllir á Strondum og í Havn í Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið. Møguleiki er eisini at lesa blaðið her.