Vit skulu ikki spara okkum burtur úr hesi støðuni

– Men vit skulu heldur ikki fara at brúka vilt

Vit skulu ikki seta stórar sparingar í verk, sigur Heri á Rógvi

Vit skulu ikki seta stórar sparingar í verk, sigur Heri á Rógvi

Landskassin skal sleppa at hava hall næsta ár fyri at tryggja okkum, at vit koma upp undan aftur eftir hetta árið við koronu.

Tað segði Heri á Rógvi, formaður í Búskaparráðnum, í tíðindunum á FM1 nú á miðdegi.

Hann sigur, at skal hall ikki vera á fíggjarlógini næsta ár, verður tað neyðugt at seta sparingar í verk og tað er ikki gagnligt.

– Tað er ikki eitt mál í sær sjálvum at hava avlop á fíggjarlógini næsta ár og at fara undir umfatandi sparingar fyri at fáa hallið burtur. Men hinvegin skulu vit heldur ikki brúka vilt, sum hann málbar seg.

Búskaparráðið mælir staðiliga til at hava eftirlit við markinum fyri at forða fyri, at korona fær fastatøkur á okkum.

– Tað er ein búskaparlig vanlukka at lukka landið og at leggja alt samfelagið lamið, sigur hann við FM1.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Hera á Rógva greiða frá á FM1, hvussu Búskaparráðið metir um búskaparligu støðuna. Og hoyr hann eisini greiða frá, hví fiskivinnan og alivinnan eiga at rinda nógv meiri til samfelagið – og tað væntar hann eisini, at politiski myngugleikin fer at lurta eftir.

Vit skulu ikki seta stórar sparingar í verk, sigur Heri á Rógvi