Vit skulu vera errin av at arbeiða hjá Landsverki

Tað var bæði av fakligum orsøkum og tjóðskaparkenslu, at Sigurd Lamhauge vildi vera stjóri á Landsverki

– Hetta er eitt spennandi arbeiði. Men eg havi eisini fegin gera mítt íkast til hetta fantastiska samfelagið.

Tað sigur Sigurd Lamhauge, nýggi stjóri á Landsverki, við FM1. Hann sigur, at sostatt var tað bæði av fakligum, og tjóðskaparligum kenslum, at hann søkti starvi.

Hann ásannar, at Landsverk hevur verið í ódnarveðri í seinastuni, her hugsar hann serliga um Glasir. Og tíverri er tað í stóran mun hesi keðiligu málini, sum mynda Landsverk í hugaheiminum hjá fólki.

Men hann vísir á, at Landsverk fæst við so nógv annað, og hansara endamál er at gera Landsverk til ein stovn, sum fólk skulu vera errin av at arbeiða hjá.

– Tá ið vit sita í einum føðingardegi, og fólk spyrja okkum, hvat vit gera, skulu vit vera errin av at siga, at vit arbeiða hjá Landsverk, sigur nýggi stjórin við FM1.

Men hann heldur, at spurningur kann setast um tað er rætt, at Landsverk bæði skal hava ábyrgd av vegum, tunlum og brúm, samstundis sum at hann er bæði byggimyndugleiki, og eftirlitsmyndugleikir.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr nýggja stjóran á Landsverki greiða frá, hvat hann heldur um Landsverk, og hvussu hann metir um tær uppgávur, ið liggja fyri framman.