Vit standa óskiljandi

Seinni í vár eru 13 ár liðin, síðani Løgtingið nærum einmalt samtykti við 10 ára freist at uppsiga øll galdandi veiðiloyvi við tí fyri eyga, at seta í gildi nýggja hóskandi skipan fyri vinnuna. Vinnan bíðaði fyrstu 10 árini eftir eini politiskari niðurstøðu, fekk fyrst eina og síðani aftur eina skipan at fyrihalda seg til. Báðar samtyktar við bara 18 atkvøðum, harav tveir tingmenn atkvøddu fyri báðum. Tíverri ma staðfestast, at politisku karmarnir eru ikki vorðnir tryggari.

Skulu breiðar semjur fáast, er neyðugt at fara útum egin hugsjónarlig og politisk mørk. Fiskivinnunýskipanin, sum Framsókn var við at samtykkja, lá langt frí tí skipan, vit upprunaliga sóu fyri okkum. Óneyðugt at siga, henda seinna skipanin er enn longur frá. Vit standa óskiljandi, tá tað kemur til loysnina viðvíkjandi útlendskum ognarskapi, serliga tá hugsað verður um, at allir flokkar siga seg vilja hava útlendskan ognarskap heilt út uppá sikt.

Burðardygg veiða sýnist enn einaferð at vera føgur orð og onki annað. Vit óttast, at semjan um eina umsitingarætlan, sum í fjør kom í lag við vinnuna og havfrøðina, við hesum dettur heilt á gólvið. Tað er ein vanlukka, um so verður. 

Uppboðssølan fekk ongan veruligan møguleika at standa sína roynd - og kanska var henni ikki lív lagað í tí líki, hon varð samtykt. Tann dynamikkur, sum ein vælvirkandi uppboðssøla kundi givið, síggja vit nú hvørva í havsbrúnni. Ístaðin fáa vit 100% politiska planbúskaparliga útlutan í ymsum búnum.

Hinvegin, at loyvini nú aftur verða knýtt at stálinum, missa vit ikki svøvnin av. Fyrimunir og vansar eru við báðum. Niðurstøðuni viðvíkjandi fiskidagaskipanini taka vit undir við, ásannandi, at avbjóðingarnar við kvotaskipan eru størri enn fyrimunirnir, sum nú er.

Enn standa stórir spurningar ósvaraðir. Eitt nú hvussu skal eitt veiðu- ella tilfeingisgjald krevjast inn frá vinnuni. Her er okkara støða púra greið; gjald skal takast fyri atgongd at veiða og ikki av einum møguligum fíggjarligum avlopi. Hetta seinna fer at elva til spekulasjón við tørvi á óendaligari uppfylgjandi lóggávu. Tað fyrra er einfalt og gjøgnumskygt. Haraftrat meta vit tað vera órímiligt, at bara tey, sum fáa tað at bera til fíggjarliga, skulu rinda.

Sum sagt innleiðandi, er tørvur á breiðari politiskari semju, um vinnan skal hava veruliga tryggar karmar. Semja, sum er bygd á meginreglur, heldur enn viðbreknir politiskir handlar, sum fáa seinastu atkvøðurnar innum. 

Ruth Vang,

tingkvinna