Vit útbúgva ov nógvar lærarar

– Tey flestu, sum ikki fáa lærarastarv alt fyri eitt, velja sær aðra leið, og tað merkir, at tey leita sær burtur frá fólkaskúlanum. Eg síggi onga meining í at útbúgva fólk til lærarayrkið, sum ikki kunnu brúka útbúgvingina har, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

Í juni í ár numu 26 lærarar prógv á Námsvísindadeildini á Setrinum, 21 kvinnur og 5 menn. Av teimum 26 hava 18 teirra hava fingið lærarastarv ella arbeiða parttíð sum lærari.

Í fjør fingu 28 lærarar prógv og 17 teirra hava fingið lærarastarv, tá ið komið var út í september. Ein fekk fast starv í miðnámsskúla, og fýra fingu vikartímar; hjá onkrum teirra, ið hevði vikartímar, svaraði tað til meiri enn hálvt starv, skrivar Skúlablaðið á heimasíðuni.

– Tað verða útbúnir fleiri lærarar, enn tað eru lærarar, sum fara frá, og tað hevur Lærarafelagið víst á í fleiri ár. Gongdin hevur verið soleiðis í nøkur ár, at tað fara færri lærarar frá, enn tað verða útbúnir lærarar, og henda gongdin fer at halda á og enntá gerast verri fyri teir nýútbúnu, tí komandi árini fer talið á lærarum, sum fara frá um 63-64 ára aldur, at minka munandi. Tað eru bara umleið 70 tænastumannasettir lærarar eftir í skúlaverkinum, og tað eru bara tænastumenn, sum kunnu fara frá um 63-64 ára aldur við eftirløn. Teir sáttmálasettu lærararnir skulu arbeiða, til teir eru 67 ár, fyri at kunna fara frá við eftirløn, sigur Jacob Eli S. Olsen.

Hóast allir nýútbúnu lærararnir ikki fáa starv, so eru ikki nógvir arbeiðsleysir lærarar, men tað kemst av, at lítið og einki arbeiðsloysi er í landinum, og at tey, sum ikki fáa starv í skúlanum, finna sær starv aðrastaðni.

– Námsvísindadeildin eigur ikki at taka fleiri læraralesandi inn, enn tørvurin er. Á hvørjum ári verða 35 lesandi tikin inn á læraraútbúgvingina. Hóskandi tal hevði verið 24, sum tað var fyrr, haldi eg. Samfelagið hevur ikki gagn av, at vit útbúgva fleiri lærarar, enn tørvurin er. Onkur hevur skotið upp at leypa ár um og ikki taka lesandi inn, men tað haldi eg ikki er ein góð loysn fyri læraraskúlan, tí tað skapar ólag á útbúgvingartilboðið, sigur Jacob Eli S. Olsen.

Á hvørjum ári síðstu árini hava tað verið einir tríggir til seks nýútbúnir lærarar, sum ikki hava fingið starv, tá ið ein stutt tíð er fráliðin eftir lokið prógv. Fær nýútbúni lærarin ikki starv beint eftir loknan lestur, so eru útlitini fyri at fáa starv seinni, ikki góð, heldur formaðurin í Føroya Lærarafelag.