Tað má vera ektað

Tað er týdningarmikið, at tiltakið sprettir úr lokalu mentanini, sigur Vinjard Magnussen

“Tiltakið hevur gingið sera væl”, sigur Vinjard Magnussen. Eg fái fatur á honum uttanfyri matstovuna Klondyke. “Fólk hava veruliga tikið tiltakið til sín, og eg haldi, at tað er hetta, ið ger tað so væleydnað,” sigur hann, og heldur áfram við at siga, at festivalurin er betri vitjaður í ár enn í fjør.

 

Vinjard Magnussen sigur, at tey hava roynt at fáa øll ítróttarfeløgini á oynni, at taka lut. Hetta heldur hann hevur gjørt, at øll oyggin sær festivalin sum sín festival.

                                                                                                                          

“Tað er fólkið á oynni, ið er berandi. Kommunurnar spæla sín leiklut, serliga gjøgnum stuðul, men tað er fólkið, ið skapar festivalin.” Eg nevni fyri honum, tað, ið onnur hava sagt, um tað góðu bygdakensluna, tey fáa á festivalinum. Hann nikkar játtandi. “Tað má vera ektað. Tað er týdnindarmikið, at tiltakið sprettir úr lokalu mentanini og ikki er nakað kunstigt. Tí riggar country-festivalurin so væl her vesturi”, sigur Vinjard Magnussen at enda.