Brit Tørud við ábyrgd fyri fiskaheilsu og djóralæknin, Karoline Overn Sveinsson, kanna ein deyðan villan laks, veiddur í Enningdalsánni. Mynd: Djóralæknastovnurin.

Vita framvegis ikki hví villlaksur gjørdist sjúkur

Tað hevur verið lættari sagt enn gjørt hjá norska Djóralæknastovninum at staðfesta sjúku í villum laksi í Suðurnoregi.

Brit Tørud við ábyrgd fyri fiskaheilsu og djóralæknin, Karoline Overn Sveinsson, kanna ein deyðan villan laks, veiddur í Enningdalsánni. Mynd: Djóralæknastovnurin.

 

Heilar tveir mánaðir eftir, at sjúkur villlaksur varð fingin í ávísum áum í Suðurnoregi, er tað framvegis ein gáta, hví fiskurin um hesar leiðir gjørdist sjúkur og doyði.

Hóast umfatandi kanningar eru gjørdar, hevur Djóralæknastovnurin í Noregi enn ikki funnið orsøkina til, at laksurin gjørdist fongdur við bløðingum og skaðum á skræðuna. Heldur ikki er staðfest, um alt var sama sjúka, sum rakti villlaksin í áunum.

Tað sigur norski Djóralæknastovnurin á sínum netsíðum, og tað er heimasíðan www.ilaks.fo sum endurgevur stovnin.

Tað eru stívliga tveir mánaðir síðan, at laksaveiðimenn, sum fiskaðu villaks í Enningdalsánni í Østfold í Noregi, staðfestu, at villaksur í ánni var fongdur við sjúku. Laksurin var veikur, hevði týðilig sár og bløðingar í skræðuni.

Sum tíðin leið, vísti tað seg, at fráboðanir eisini komu um sjúkan villlaks í øðrum áum í Suðurnoregi, og tá segði Djóralæknastovnurin, at tey gjarna vildu fáa greiði á, hvørjum villlaksurin var fongdur við.

Men, hetta hevur so verið lættari sagt enn gjørt, tá stovnurin enn ikki hevur megnað at staðfest sjúkuna.

Brit Tørud við ábyrgd fyri fiskaheilsu og djóralæknin, Karoline Overn Sveinsson, kanna ein deyðan villan laks, veiddur í Enningdalsánni. Mynd: Djóralæknastovnurin.